Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Týsdagin klokkan 17:30 verður U21-landsliðið aftur at síggja á Djúpumýru í Klaksvík - Mynd: www.FSF.fo

Týsdagin klokkan 17:30 verður U21-landsliðið aftur at síggja á Djúpumýru í Klaksvík - Mynd: www.FSF.fo

Týsdagin klokkan 17:30 verður U21-landsliðið aftur at síggja á Djúpumýru í Klaksvík - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Hósdagin tapti føroyska U21-landsliðið 2-1 á útivølli fyri Kroatia. Sum heild var talan um ein javnan dyst, har tað kortini vóru teir á heimaliðnum, ið sótu á tí mesta av spælinum.

Føroyski málskjúttin var Beinir Nolsøe, sum í allar seinastu minuttunum minkaði um munin.

– Vit iðra okkum um, at vit ikki fingu stig burtur úr. Avrikið var gott, spælararnir stríddust sera væl allan dystin, og vit høvdu nokk av støðum og møguleikum til at skora meira enn eitt mál. Vit manglaðu tann seinasta neyvleikan, og Kroatia hevði hepni og marginalarnar við sær, sigur venjarin, Eyðun Klakstein um dystin móti kroatum, sum also endaði við einum teprum 2-1 sigri til Kroatia.

Føroyski hópurin fer beinanvegin undir fyrireikingarnar til næstu uppgávu, sum er á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 10. september klokkan 17:30, tá grikkar koma á vitjan. Men hesaferð verður venjarin noyddur at síggja burtur frá Gullbrandi Øregaard, Noah Mneney og Elias Rusborg, ið eru leikbannaðir.

Í staðin hevur Eyðun Klakstein sent boð eftir Signari á Brúnni úr Víkingi, Emil Weihe Joensen úr EB/Streymi, og Markusi Hellisdal, sum spælir fyri Skála.

– Nú koma vit heim aftur til Føroya at fyrireika okkum til dystin ímóti grikkum. Vit gleða okkum til ta uppgávuna og hava gott mót um, at vit kunnu fáa okkurt burtur úr dystinum. Vónandi vera eisini nógvir áskoðarar at síggja í Klaksvík hendan dagin, og vit fara sjálvandi at gera okkara til, at vit fáa ein góðan dyst, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Atgongumerki til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland fáast til keyps í nethandilinum, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 95 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo