Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið Fannir: Út er komið 35. leikritið í røðini, sum Forlagið Fannir letur úr hondum. Hetta eru leikir, sum hava verið spældir nógv í Føroyum, og sum áður hava verið prentaðir, men eru útseldir.

Hetta 35. leikritið er ”EITT LEYGARKVØLD Í BRINGSNAGØTU” – dreymaleikur í trimum pørtum, sum Hans Andrias Djurhuus skrivaði í 1947 – seinasti leikur hansara. Leikurin hevur, tað ið vit vita, verið spældur í Funningi fyrst í 1950-árunum.  Ivaleyst hevur hann eisini verið spældur í øðrum bygdum.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis. Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd. Leikrit 35 er 110 síður.

Við hesum 35. riti er røðin LEIKRIT fullfíggjað, so sum ætlað var. Gjørt verður vart við, at tað ongantíð var ætlanin at prenta allar leikir, ið settir eru á pall í Føroyum, frá tí at føroyingar tóku stigið og fóru at spæla sjónleik á føroyskum máli á palli.

Heimangerðin var at prenta teir leikir, sum eru settir á pall, og sum fyrr eru prentaðir, annaðhvørt í bóklingum, tíðarritum ella sum undanskurður – sum framhald – í føroyskum dagbløðum.  Tíðarmarkið uppeftir varð sett til 1949.

Kanska tekur onkur táttin upp og letur prenta leikir frá 1950 og upp móti okkara tíð.

200 eintøk eru prentað av hvørjum leikriti. Øll eru tøk, men fá eintøk eftir av fyrstu leikunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo