Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tann 23. apríl næsta ár letur SAS upp nýggja rutu millum Aalborg og New York City.

Hetta veit tv2.dk.

Flogið verður til Newark Liberty International Airport í New Jersey, og túrurin tekur eitt stað ímillum 7 og 8 tímar.

Flogið verður tríggjar ferðir um vikuna: mánadag, hósdag og leygardag.

TV2 skrivar, at SAS fer at flúgva ímillum Norðurjylland og USA við einum Airbus A321LR, sum hevur pláss fyri 157 ferðafólkum.

Tað er søguligt, at SAS nú fer at flúgva millum Jylland og New York City. Aldri áður er tað hent, at ein beinleiðis flogruta hevur verið ímillum Jylland og "The Big Apple", sum amerikanski stórbýurin eisini verður róptur millum manna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo