Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað veruliga virðið av einum arbeiði kemur til sjóndar, tá ið tað, gerast skal, ikki verður gjørt.

Virðið av teimum, ið halda høvuðsstaðin ruddiligan og reinan, er stórt. Uttan tey er býurin manntómur og lívleysur.

Dugnaligir lærarar og námsfrøðingar kunnu ikki útinna sín gerning uttan so, at reingerðarfólkini eru til arbeiðis. Umstøðurnar hjá kennarum, næmingum og børnum mega vera nøktandi við atliti at heilsu og reinføri.

Viðhvørt verða ávísar tænastur mettar sum ein sjálvfylgja, nakað, ið onnur skulu gera okkara vegna. Vit liva í einum samfelag, har tann samhaldsfasta hugsjónin – við okkum sjálvum í miðdeplinum – er ein íborin partur av hugsan og tilvitsku.

Givið er, at góðar almennar skipanir kunnu venja okkum at hugsa svá, at vit heldur krevja av øðrum enn sjálv at tæna.

Í einum sosialt tilvitaðum samfelag mega vit rokna við hjálp frá tí almenna, tá ið lívið ikki vignast. Allar lívsneyðugar sømdir til øll. Eingin fremri í raðnum enn ein annar og eingin mannamunur.

Tó, valla er persónligur ella samfelagsligur bati ein sjálvfylgja. Einki kemur av sær sjálvum uttan mentanarlig og verklig afturgongd. Tá ið hugsjónin er steinrunnin og læst føst í endurminningum um farnar dagar, eru valla nógv frambrot í væntu.

Arbeiðsmarknaðurin staðfesti hetta, tá ið verkafólk vóru í verkfalli í mai í 2024. Tey, ið liggja á lægstu tímaløn, eru við til at halda teimum samfelagsligu hjólunum í gongd, og tey kunnu leggja samfelagið lamið eftir einari løtu.

Mær tykir tað gleðiligt at verkafólk fingu eina munagóða lønarhækking, ið tey hava uppiborið. Mær tykir eyðsýnt, at starvsfólk innan heilsu og røkt av menniskjum eru meira verd enn tann lønin, ið teimum verður tilskrivað.

Hvør av okkum er meira verdur enn ein annar? Hvør okkara kann keypa ein pakka av mjólk bíligari enn ein annar?

Tað kostar nakað tað sama at liva hjá okkum øllum uttan mun til, á hvørjum stigi vit eru á tí sosiala stiganum.

Ásannað verður, at tað eru nógvir faktorar, ið biskupur ikki veit um ella skilir, tá ið talan er um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum.

Sannføringin um ella tilsipingin til arbeiðsmarknaðin verður nýtt til tess at varpa ljós á og lýsa tað andaliga, ið er málsøkið hjá kirkjum og kristnum samkomum.

Eisini í tí kirkjuliga landslagnum hava vit lyndi at meta um tænasturnar, hvør teirra er størst og hevur størstan týdning. Onkursvegna tykist mær, at hetta er óheppið.

Kirkjan og tað kirkjuliga lívið eru ein heild, ja ein samansett eind, har ólík fólk samvirka móti einum felags máli.

Vit kunnu læna eina mynd frá hond- ella fótbóltinum. Kirkjan eigur at ansa eftir, at vit ikki einans varpa ljós á tað sjónliga og tey, ið skjóta málini. Ítróttarfólk í fremstu røð á vøllinum og fyriskiparar duga væl at málbera seg og vísa á breiddina og heildina.

Vit í kirkjuni kunnu læra av ítróttarfólkunum, tá ið vit umrøða andalig viðurskifti. Tað ger valla nakað, um vit í stakførum og innan ávís øki meta nøkur fremri enn onnur, tí óivað er hetta sannleikin.

Tó, vit mega als ikki gloyma lívsneyðugu tænastu teirra, ið gera ein gerning í tí stilla uttan áskoðarar. Til hvønn leik í sjónleikarhúsinum og til hvørja framsýning eru tað fólk við serligum hegni, ið smíða og listprýða pallarnar. Onnur hava arbeitt og lagt verk úr hondum, áðrenn tey leikandi trína inn á pallin.

Havi í summar fylgt fleiri fólkum til gravar. Frálíkar og vælskipaðar jarðarferðir. Góðar prædikur, góður felagssangur og væl ljómandi framførslur. Løturnar í kirkjunum vóru unniligar, viðkomandi og tignarligar.

Var til eina jarðarferð í Cristianskirkjuni. Gekk í góðveðrinum saman við teimum avvarðandi aftaná líkfylginum út til kirkjugarðin úti í Grøv. Alt var vakurt, hóskiligt og væl úr hondum greitt. Koyringin var hóvlig og hóskilig. Móttøkan á kirkjugarðinum var hjálpsom og heit.

So sigur presturin tey kendu orðini: Vit syngja nú í Jesu navni fyrra sálmin á grøvini. Sálmasangurin byrjaði yndisliga vakur. Tað barst mær fyri, at røddirnar, ið stjórnaðu sanginum, vóru kendar.

Skimaðist rundan um meg og sá tey, ið sungu fyri. Kend andlit, ja somu persónar, sum leiddu sálmasangin úti í Grøv fyri fjøruti árum síðani, tá ið prestur í Ónagerði gjørdi tænastu í Klaksvík. Hetta er veruliga trúfesti móti kallinum at lívga í Jesu navni, har sorgin vitjar.

Ein stór tænasta, sum er væl kend í øllum landinum. Sangarar á grøvini! Er henda tænastan nóg høgt í metum?

Sangurin á grøvini er tað allar seinasta, vit avrika og eru felags um saman við tí deyða. Umráðandi at løtan er virðilig, vøkur og talandi. Sangurin, tá ið vónin um ta æviga lívið í Guðs ríki er orðað í trúnni á uppreisn Jesu Krists frá deyðum.

At syngja fyri líki er ein sømilig og virðismikil tænasta. Amen.

Orðið: “Nei, nógv heldur eru teir limir á likaminum fyri neyðini, sum tykjast okkum at vera hinir veikastu.”  (Fyrra Korintbrævið 9,22).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo