Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Banki: Føroya Banki fer nú at bjóða kundum persónstryggingar í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV. Vit hava fyrr samstarvað við LÍV og fara nú at taka góða samstarvið upp aftur.

Vit varðveita sama kappingarføra prísstøðið og somu dygdina, vit áður hava havt, men nú við einum føroyskum veitara.

Samstarvið við LÍV ger tað møguligt at arbeiða við at menna og knýta í felags føroyskar sjálvgreiðsluloysnir í framtíðini. Samskiftið verður eisini á føroyskum, tá tað kemur til persónsstryggingar, t.e. lívstryggingar og óarbeiðsføristryggingar.

"Vit eru glað fyri samstarvið við LÍV, tí tað hevur nakrar fyrimunir við sær bæði fyri kundarnar og fyri okkum at hava ein føroyskan samstarvspartnara. Verandi kundar merkja einki stríð av broytingini, men fara sjálvandi eisini at fáa ágóðan av nýggja samstarvinum", sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Bank

Ein fyrimunur er eisini, at tað fer at bera til hjá kundum at síggja allar sínar persónstryggingar saman við møguligum øðrum tryggingum, tey hava í LÍV, beinleiðis á kundaportalinum MíttLÍV.

"Vit í LÍV fegnast um at bjóða viðskiftafólkunum hjá Føroya Banka tær tryggingar og tænastur, sum felagið bjóðar okkara viðskiftafólkum. Vit vilja somuleiðis bjóða Føroya Banka hjartaliga vælafturkomnum til LÍV", sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo