Lít fult og fast á at tú kanst, so er málið longu hálvrokkið
- Teddy Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Stórmálið um “gongd í haga” er nú loyst.

Vinnunevndin, har Sambandsflokkurin hevur leiðsluna, hevur broytt uppskotið nógv, síðani tað varð lagt fyri Løgtingið í mars mánaði, og úrslitið er ein lóg í breiðari semju, sum gevur góðar møguleikar at menna føroyska ferðavinnu víðari.

“Ferðavinnan hevur við hesum fingið støðugar karmar at virka eftir,” siga Erhard Joensen og Eyðdis Hartmann Niclasen, sum umboða Sambandsflokkin í Vinnunevndini. Tey vísa á, at hetta er fyrstu ferð, at ein ferðavinnulóg er gjørd fyri Føroyar.

Stór ósemja var um málið
Stór ósemja hevur í nógv ár verið um málið, og tí hevur høvuðsuppgávan verið at finna eina loysn, har allir partar fingu nakað av sínum áhugamálum við. Eisini hevur náttúruvernd verið ein týðandi partur av arbeiðinum.

Ferðavinnan hevur seinnu árini havt ein vaksandi týdning fyri Føroyar.

“Hon er ein dynamisk vinna og eitt eyka bein undir føroyska búskapinum,” siga umboð Sambandsfloksins í Vinnunevndini. “Í ferðavinnuni eru nógv arbeiðspláss, sum vit annars ikki høvdu havt, og eisini er nógv avleitt virksemi tengt at ferðavinnuni,” siga Erhard Joensen og Eyðdis Hartmann Niclasen.

Arbeiðið byrjaði í 2011
Tað var í 2011, at Johan Dahl, landsstýrismaður, fór undir arbeiðið, ið miðvíst skuldi skapa menning og vøkstur innan ferðavinnuna í Føroyum. Uppskotið sum nú er samtykt, er framhald av hesum arbeiðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo