- Í løtuni er allur útflutningur av laksi fyribils steðgaður til Kina, og vit vita ikki, hvussu leingi tað verður, men vit bíða eftir at hoyra frá kinesisku myndugleikunum, sigur stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen.
Føroyski útflutningurin av laksi til kinesiska marknaðin liggur um 1 milliard krónur um árið, so hetta er ein týðandi marknaður fyri Føroyar.
Stjórin í Bakkafrost heldur at Bakkafrost er í eini góðari støðu, tá ið talan er um koronasmittuna, tí á Bakkafrost hevur Pál Wehe, yvirlækni, gjørt kanningar av øllum starvsfólkunum regluliga síðani smittan var staðfest í Føroyum.
- Og leygardagin fingu vit eina váttan frá Pál Weihe, sum sigur, at einki av starvsfólkunum hevur smittuna, sigur Regin Jacobsen.
Hesa váttan hevur Bakkafrost sent út til allar sínar kundar.
Les eisini:
Nýtt koronaútbrot í Kina – handlarnir steðga søluni av norskum laksi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo