Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ítróttardepilin við Stórá. Frá vinstru: Jónleyg Bech, býráðslimur, Kristina Roest, býráðslimur, Kristin Magnussen, forkvinna TB-Flogbóltur, Linn Augustinussen, formaður FSR, Niels Hammer, TBF, Bjarni Hammer, býráðslimur, Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti ÍSF, John Kjær, serligur oyggjaleikaráðgevi, Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, Petur Mittún, aðalskrivari ÍSF, Fróði Mortensen, kommunustjóri og André Dalfoss, formaður í Tvøroyrar Bóltfelag

Tvøroyrar kommuna: Tað er rættuliga stutt tíð liðin, síðan tað gjørdist greitt, at Oyggjaleikirnir 2027 verða í Føroyum. Vanligt er, at vertslandið hevur umleið 7 ár at fyrireika Oyggjaleikirnir í, men Føroyar tóku av einum avboði, nú Ynis Mon trekti seg.

Í hesum sambandi bleiv ein Oyggjaleikanevnd samansett, ið skal taka sær av øllum tí fyrireikandi arbeiðinum fram til leikirnar, eitt arbeiði,ið, sum vera man skal ganga skjótt fyri seg, nú bert smá 2,5 ár eru eftir at fyrireka seg í. Nevndin hittist á fyrsta sinni, hin 6. juni í ár.

Tvøroyrar kommuna bjóðaði Oyggjaleikanevndini suður at vitja, soleiðis at nevndin kann fáa eina ábending av, hvørjar karmar Tvøroyrar kommuna hevur at bjóða.

Tey, ið vitjaðu okkum í dag, vóru Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF,  Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari og John Kjær, serligur oyggjaleikaráðgevi.

SERA GÓÐIR ÍTRÓTTARKARMAR Í TVØROYRAR KOMMUNU
Sum vera man, so er tað eitt stórt ynski í Tvøroyrar kommunu, at sleppa at verða ein partur av Oyggjaleikunum í 2027.

Lagt varð fyri í Ítróttardeplinum við Stórá, til eitt gott og jaligt prát um ætlanirnar hjá Oyggjaleikanevndini.

Á Tvøroyri eiga vit nógvar eldsálir innan ítróttin. Á fundinum luttóku m.o. Linn Augustinussen, FSR, Otto Gram Leo og Kristin Magnussen,úr TB-Flogbólti og Niels Hammer úr TBF, borðtennisfelagnum. Við Stórá var tað ein onnur eldsál André Dalfoss, formaður í Tvøroyrar Bóltfelag, ið vísti ferðalagnum runt á ítróttardeplinum, ið hevur alt tað, ið eitt nútímans fótbóltsstadion skal hava í dag.

Síðan gekk leiðin yvir til Ítróttarhøllina í Trongisvági, har Kim Thomasen, umsjónarmaður, tók ímóti. Høllin telist millum bestu hallir í landinum, bæði tá tað kemur til hentleikar og stødd/skap og eisini er hon so framúrskarandi væl viðlíkahildin.

Nógv krøv eru tá Oyggjaleikir skulu skipast og høllin í Trongisvági er framúr væl egnað, til eitt nú flogbólt og borðtennis. Kristin Magnussen, forkvinna í TB Flogbólti, greiddi frá hvussu felagið skipaði seg í høllini.

SPENNANDI ÆTLANIR INNAN MARITIMAN ÍTRÓTT
Seinasta vitjan á hesum sinni, var í nýggja, stásiliga neystinum hjá FSR, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, ið skjótt verður liðugt.

Linn Augustinussen, formaður í FSR, greiddi frá spennandi ætlanunum í neystinum, ið verður ein sannur depil innan maritiman ítrótt. Kappróðurin er drívmegin, men har verður nógv annað á skránni eisini.

EIN JALIG OG VÓNBIRTANDI VITJAN
Tvøroyrar kommuna ynskti, at Oyggjaleikanevndin skuldi síggja tað kommunan hevur at bjóða, soleiðis at hon hevur best møguligt grundarlag fyri at taka støðu til, hvar ymisku kappingarnar verða skipaðar í 2027.

Hetta var ein sera jalig vitjan, har báðir partar fingu høvið at seta spurningar fram og harvið at fáa svar á ymiskum, viðkomandi evnum.

Tvøroyrar kommuna takkar Oyggjaleikanevndini fyri vitjanina og ynskir henni bestu eydnu í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar 2027.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo