Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

RD Group: Íverksetararnir handan sera vælumtóktu urini Djurhuus Scandinavia, vísa nú fram nýtt ur, ætlað til kvinnur.

Nýggja urið Aldan og hevur verið undir framleiðslu í 1,5 ár. Urini eru av sera høgari góðsku, og at tey øll verða seld í avmarkað nøgd. Lítla føroyska fyritøkan er veruliga á veg fram á ur-marknaðinum og hevur sølan gingið væl í Íslandi, Norra, Usa, Svøríki, og Danmark, so sigast má, at hetta er ein spennandi verkætlan at fylgja.

Hjalti Kárason Djurhuus byrjaði fyritøkuna í 2019, síðan kom vinmaðurin Filip Zachariassen uppí og at endans Rúni Djurhuus, ið mest sum av tilvild kom uppí verkætlanina.

Av tí at fyritøkan eitur Djurhuus Scandinavia, varð Rúni Djurhuus javnan spurdur um hesi ur, ið hann einki hevði við at gera. Tá Rúni so fór at kanna heimasíðuna og urini, bleiv hann ovfarin av vakra sniðinum á urunum og tók samband við Hjalta, tí hann veruliga metti urið hava møguleikar at røkka útum landoddar og soleiðis bleiv Rúni partur av toyminum. Sostatt er fyritøkan aftur voksin og framtíðin sær spennandi út fyri Djurhuus Scandinavia.

Um nýggja urið Aldan, greiður Hjalti soleiðis frá:

Vit hava arbeitt uppá hesi urini leingi, og eru sera fegnir um, at tað endiliga er eydnast. Góðskan er góð, við sveisiskum urverki og safir glasi.

Spurdur hví teir eru farnir undir at framleiða ur, svarar Hjalti soleiðis:

At arbeiða við sínum besta vinmanni (Filip), og hava eina fyritøku saman er sera spennandi. Ur er nakað vit báðir tveir hava havt áhugað fyri leingi og sum vit veruliga brenna fyri. Vitanin og royndirnar vera størri hvønn dag, og vit eru fegnir um, hvussu væl bæði føroyingar og útlendingar hava tikið í móti okkum. Vit eru glaðir fyri hvønn dag vit sleppa at arbeiða við hesum og seta prís uppá, at fylgja okkara dreymum.

Sølan hevur verið góð bæði í Føroyum og uttanlanda, og vit hava merkt tørvin á einum kvinnu uri. Ja, faktist hevur eftirspurningurin eftir urum ætlaðum kvinnu verið ógvuliga stórur, og tí eru vit fegnir um, at nú kunna bjóða eitt stórt úrval –  við vanligum skivum og eisini ‘sun-burst’ skivum, sum skifta lit í sólini.

Vit hava bert selt urini á heimasíðu okkara www.djurhuusscandinavia.com, og nú kunnu vit endiliga eisini selja í føroyskum handlum og eru tey til sølu í Hotel Djurhuus og í Nips í SMS, longu í dag.

Til ur-entusiastar kann nevnast, at urið er sniðgivið soleiðis, at tað ikki hevur sjónlig oyru (lugs) og tí fær eitt meira elegant snið. Tað er sveisiskt urverk – er 34mm í tvørmát, 6.7mm í tjúkt, 14mm reim, poleraður 316L kassi, flatt safir glas við A/R lag og 22g (uttan reim). Øll urini eru úr 316L rustfríum stáli. Harafturat eru øll urini talgivin aftanfyri, og øll eru í avmarkað nøgd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo