Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ein nýggj matstova letur upp í Saltangará hósdagin, 4. juli. Navnið á nýggju matstovuni er RIST.

Á RIST fært tú siðbundnan mat, gjørdur úr bestu rávørum og á karráan hátt - á eini grill. Maturin verður borðreiddur í nútímans, hugnaligum hølum á matstovuni í Saltangará.

Tað, sum eyðkennir RIST er hugni, tænasta og góður matur.

Tilber at síggja at síggja matskránna og at bíleggja borð á www.rist.fo

Eigararnir, ið allir eru úr nærumhvørvinum, mettu, at tað manglaði eitt matstað av slíkum slagi í umhvørvinum, sum hevur fingið fleiri tilflytarar seinastu árini.

RIST letur upp í nýggju hølunum, har søguligi handilin hjá Bjarna Hansen, vanliga nevndur Bjarni Blikk, helt til. Tey flestu tilkomnu í nærumhvørvunum munnu minnast handilin hjá Bjarna Blikk.

Almenn móttøka verður á RIST, mikudagin, 3. juli kl. 12:00 til 14:00, har Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, sigur nøkur orð og Terje Vestergaard spælir og syngur nøkur løg.

Eisini fer Johan Hans, sum er sonur Bjarna Blikk, at fortelja um søguliga handilin hjá pápa hansara.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo