Ger tína skyldu og krev tín rætt. Í hasi raðfylgjuni!
- Mette Frederiksen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Maskinmeistarafelagið: Maskinmeistarafelagið góðtekur ikki, at Jákup Sverri hevur loyvi at mynstra við maskinistum og hevur kært manningarskjalið av nýggjum. Nýggjar upplýsingar eru komnar fram síðan fyrru kæruna, og verður azimuthurin taldur við, er framtøkumegin væl oman fyri 3.000 kW. Maskinmeistarafelagið heldur tað eisini verða ódámligt, at Sjóvinnuráðið ikki hevur álit á fremsta fakkunnleikanum í landinum, tá tað um eltøkni ræður og spyr onnur í staðin.

Maskinmeistarafelagið hevur aftur kært manningarskjalið hjá havrannsóknarskipinum Jákup Sverra til Sjóvinnuráðið. Felagið heldur tað nevniliga vera brot á STCW-sáttmálan, at tað ikki verður kravt, at útbúnir maskinmeistarar við sjóvinnubrævi samsvarandi STCW Reg. III/2 manna maskinrúmið á skipinum.

Í staðin sigur manningarskjalið, sum Sjóvinnustýrið hevur latið skipinum, at framtøkumegin er 2.400 kW, og at tað tí er nóg mikið at vera maskinistur við sjóvinnubrævi samsvarandi STCW Reg. III/3 fyri at røkja størvini sum maskinstjóri og fyrstimeistari umborð.

Markið er 3.000 kW – fer framtøkumegin upp um tað, slepst ikki undan, at maskinstjóri og fyrstimeistari eru útbúnir maskinmeistarar.

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, leggur dent á, at talan er um eina nýggja, sjálvstøðuga kæru, tí kært verður á einum heilt øðrum grundarlagi samanborið við kæruna, sum varð latin Sjóvinnuráðnum 6. november 2020. Tá kærdi Maskinmeistarafelagið manningarskjalið, tí tað helt skipið hava so mikið førleikakrevjandi eltøkniliga útgerð – bæði viðvíkjandi framtøkumegi og útgerð annars – at neyðugt var við maskinmanning við hægstu vinnubrøvum.

Maskinmeistarafelagið fekk ikki viðhald ta ferðina.

Síðan tá er komið undan kavi, at azimuthurin als ikki var roknaður við í samlaðu framtøkumegina í manningarskjalinum. Azimuthurin er 800 kW, og tískil er samlaða framtøkumegin 3.200 kW, tá hann er taldur við. Tað skal hann sambært manningarlógini, har hugtakið framtøkumegi verður nágreinað – lógin sigur, at alt, sum kann dríva skipið fram, skal roknast við í samlaðu framtøkumegina.

Tí eru tey í Maskinmeistarafelagnum als ikki í iva um, at feilur er gjørdur í manningarskjalinum.

Eisini hevur felagið fingið innlit í alt samskifti, sum hevur verið millum Havstovuna og Sjóvinnustýrið viðvíkjandi ásetingunum í manningarskjalinum og onnur viðurskifti, ið standast av tí, og í hesum sambandi eru eisini upplýsingar komnar fram, sum stuðla undir, at maskinmanningin eigur at hava hægstu sjóvinnubrøv.

Millum annað er undantak gjørt fram 3.000 kW-markinum, tá tað hjá útbúnum maskinmeistarum ræður um at varðveita síni vinnubrøv í sigling við Jákup Sverra. Her argumenterar Maskinmeistarafelagið við, at fortreytin fyri undantakinum júst er tann kompleksiteturin, sum eigur at merkja, at maskinmeistaraútbúgving og hægsta sjóvinnubræv av røttum skal krevjast av maskinmanningini.

Partar av innlitinum, sum Maskinmeistarafelagið hevur fingið í málið, hava fingið sinnið í Arnfinn Bech, sum heldur, at Sjóvinnustýrið sýnir eina sera ódámliga arrogansu og vanvirðing, tá tað snýr um fremsta fakkunnleikan á økinum. Í Sambandi við kæruna í 2020 hevði Maskinmeistarafelagið nevniliga fingið úttalilsi frá einum lærara í eltøkni og maskinlæru á Vinnuháskúlanum, sum í ein mansaldur hevur undirvíst á hægsta stigi í hesum báðum fakum bæði á Vinnuháskúlanum og uttanlands.

Hansara íkast stuðlaði undir sjónarmiðið hjá Maskinmeistarafelagnum, men Sjóvinnustýrið gjørdi ikki mætari, enn at tað, heldur enn at taka metingina, sum lærarin hevði gjørt við støði í síni servitan á økinum, til eftirtektar, fór beinleiðis til stjóran á Vinnuháskúlan at spyjra, um sjónarmiðini hjá læraranum samsvaraðu við almennu sjónarmiðini hjá skúlanum.

Sí kæruna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo