Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tann ringasta er alternativið
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nynd: Dagur&Vika

Nynd: Dagur&Vika

Nynd: Dagur&Vika

Gallup hevur gjørt eina veljarakanning fyri VP í tíðarskeiðnum 10. – 16. mai 2022.

561 tilvildarliga útvaldir persónar við valrætti, 18 ár og eldri, hava svarað kanningini.

Sambært nýggju kanningini, so høvdu sitandi samgonguflokkar, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, ikki havt meiriluta á tingi, um kanningarúrslitið hevði verið valúrslit.

Á seinasta valið sum var fyri 33 mánaðum síðani gjørdist Fólkaflokkurin størsti flokkur og fekk 24,5%, ella 8 tinglimir. Sambært nýggju Gallup-kanningini, so hevði Fólkaflokkurin fingið 18,4% og 6 tinglimir, um val hevði verið í dag. Talan er um eina afturgongd á 6,1%.

Sambandsflokkurin klárar seg nakað betri í nýggju kanningini, og fær eina lítla framgongd. Á valinum seinast fekk Sambandsflokkurin 20,3% og 7 tinglimir, men í nýggju kanningini fær flokkurin eina framgongd á 0,7% og varðveitir sínar 7 tinglimir.

Størstu framgongdina hevur Javnaðarflokkurin, sum í nýggju Gallup-kanningini fær eina framgongd á heili 6,3% og 10 tinglimir, ella 28,5% av atkvøðunum. Á løgtingsvalinum í august 2019 fekk Javnaðarflokkurin 22,2% av atkvøðunum og 7 tinglimir. Javnaðarflokkurin fær sostatt 3 tinglimir fleiri enn á seinasta vali, um val hevði verið í dag.

Fjórði flokkurin av teimum fýra stóru, Tjóðveldi, hevur eina lítla framgongd, 0,9%. Á løgtingsvalinum seinast fekk Tjóðveldi 18,1% av atkvøðunum, og í nýggju kanningini fær Tjóðveldi 19,0%. Flokkurin hevur 6 tingfólk í dag og tað hevði flokkurin eisini havt, um val var í dag.

Triði samgonguflokkurin, Miðflokkurin, fær eisini eina framgongd í nýggju kanningini. Á løgtingsvalinum seinast fekk Miðflokkurin 5,4%, og í nýggju kanningini hækkar tað til 6,0%. So eins og Sambandsflokkurin og Tjóðveldi, so varðveitir Miðflokkurin eisini sínar tinglimir. Miðflokkurin fekk tveir tinglimir á løgtingsvalinum seinast, og tað fær hann eisini sambært Gallup-kanningini.

Viðvíkjandi tingmannatali, so varðveitir Framsókn eisini sínar 2 tinglimir, men flokkurin hevur eina lítla afturgongd í mun til løgtingsvalið í 2019. Talan er um 0,1%. Á løgtingsvalinum fekk flokkurin 4,6%, og í nýggju Gallup-kanningini fær flokkurin 4,5%.

Sjálvstýri hevur ein tinglim í dag, men tað sær ikki út til at flokkurin hevði fingið nakað umboð, um val var í dag. Á løgtingsvalinum í 2019 fekk flokkurin 3,4% av atkvøðunum, men í kanningini gongur flokkurin aftur 0,8% til 2,6%, sum so ikki hevði verið nokk til umboðan á tingi.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo