Ger tína skyldu og krev tín rætt. Í hasi raðfylgjuni!
- Mette Frederiksen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsambandið: Føroyska dartlandsliðið spældi í dag fyrstu dystirnar í Nordic Cup, sum er í Reykjavík. Á skránni í dag vóru tvímansleikur og einmansleikur. Málið í tvímansleiki var at endurvinna bronsu-heiðursmerki frá 2022, meðan málið í einmansleiki var, í minsta lagi at fáa ein leikara við til fjórðingsfinalurnar, sum verða fríggjamorgunin.

Tvímansleikur
Lagt var fyri í tvímansleiki. Spælt var í bólkum við fimm pørum, har fýra pør komu víðari úr hvørjum bólki.

Føroyar høvdu fýra pør við. Føroysku leikararnir hava allir nakað av altjóða royndum, men eru ikki vanir við at spæla so nógv í tvímansleiki á hesum støðinum. Tey eydnaðist tó tveimum av pørunum at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Jan Erik Fjallstein & Remy Gaardlykke komu víðari sum 4’arar og møttu tí sera sterkari mótstøðu beinanvegin í cup-dystunum. Teir løgdu seg eisini á odda 1-0. Men Edwin Torbjørnsson & Bjørn Lejon úr Svøríki vóru munandi betri og vunnu dystin greitt 4-1. Jan McIntosh & Uni Árting komu víðari úr bólkinum sum 2’arar, og møttu í fyrsta cup-dystinum einum norskum pari. Fimm tey fyrstu settini kundu farið báðar vegir, men norðmenn komu á odda 3-2. Men við tryggum lukkingum uppá 100 frá Jan og 76 frá Una, megnaðu okkara menn at koppa dystinum og vinna 4-3.

Nú vóru fjórðingfinalur á skránni hjá Jan og Una og nú var tað teirra túrur at dystast móti Edwin Torbjørnsson & Bjørn Lejon. Her væntaðu báðir partar ein tættan dyst og tað bleiv tað eisini. Pørini skiftus um at vinna settini fram til 3-3, og hvørja ferð vann parið, ið hevði útleggið rímuliga greitt. Nú stóð nógv á monnum. Bæði Jan og Uni høvdu eitt vánaligt fyrsta kast, meðan sviar skoraðu nógv, men so vendi og eftir 15 pílar, stóð 82-32. Uni fekk ein píl at lukka við, men misnýtti, og so lukkaði Bjørn Lejon til 4-3 og harvið endaði føroyska luttøkan í tvímansleiki.

Einmansleikur
Út á seinnapartin byrjaði kappingin í einmansleiki. Einmansleikur verður spældur sum cup frá byrjan.

Hjá monnum komu Bogi Arge, Uni Ártin, Jón Johansen, Petur Grønagarð og Uni Árting beinleiðis víðari til annað umfar. Heri Kallsoy og Remy Gaardlykke løgdu báðir væl út ít fyrsta umfari við at vinna fyrsta sett.

Báðir skuldu eisini lagt seg á odda 2-0, misnýttu doublar. Hjá báðum vendi dysturin eftir annað sett og báðir taptu 1-4. Jan McIntosh megnaði at vinna sín dyst í fyrsta umfari 4-2 móti Hallgrími Egilsson úr Íslandi, millum annað við góðum lukkingum uppá 120 og 158.

Jan spældi eisini væl í øðrum umfari, men aftur hesaferð var tað Edwin Torbjørnsson, sum steðgaði honum.

Edwin vann 4-1. Eisini Petur Grønagarð møtti einum svia, men hevði stórar trupulleikar við at lukka og tapti 2-4. Jón Johansen tapti 2-4 móti norskum leikara og Bogi Arge tapti 0-4 móti íslendskum leikara.

Uni Árting legði seg skjótt á odda 3-0 í sinum dysti, men íslendski mótstøðumaðurin javnaði til 3-3, áðrenn Uni so lukkaði avgerðandi settið og vann dystin 4-3. Jan Erik hevði eisini íslendska mótstøðu og her var gongdin tann øvugta. Jan Erik kom skjótt afturum 1-3, men megaði so at finna eyka orku og var sera neyvur við double-20, ið bjargði honum næstu trý settini og ein sigur á 4-3.

Nú vóru tveir føroyingar eftir í áttandaparts-finalunum. Uni rendi seg í Bjørn Lejon. Bjørn var sera tryggur allar vegin og vann 4-0, uttan at Uni fekk nakran píl eftir double. Jan Erik rendi seg í norskan leikara. Teir vunnu hvør sítt sett í bæði vóru rættuliga trilvandi. Men so fann Jan Erik sín eykenda stíl, har hann er øgiliga tryggur í 20-talinum. Og við átta ferðirnar 100 og einum 180’ara í trimum teimum næstu settunum, var grundin løgd til ein 4-1 sigur til Jan Erik og harvið var málið um minst eitt føroyskt fjórðingsfinalupláss rokkið.

Og júst eru fjórðingsfinalurnar eru tað fyrsta á skránni tíðliga fríggjamorgunin. Tað er rættuliga greitt, at svigar dominera í norðurlendskum darti. Tí sviar eiga 5 av 8 leikarum í fjórðingsfinalunum, meðan Noreg, Danmark og Føroyar, hava ein leikara í part. Jan Erik møtir Viktor Tingstrøm úr Svøríki og spennandi verður at fylgja við, um Jan Erik megnar at tryggja føroyum fyrsta heiðursmerkið í ár.

Beint fyri døgurða í morgin fer so liðkappingin hjá monnum í gongd og har hava øll londini hvør síni tvey lið við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo