Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Koranini eftir Mohammed listar Hadith profetsins (for)boð og revsingar.

Lógirnar eita Sharia og verða hildnar ymiskt í islamskum londum og sektum.

Tað er ræðandi at lesa hóttanirnar um svávul og eld fyri ólýdnar kvinnur.

Hesin syndalisti úr Hadith lýsir, hvussu kvinnuhatskt Islam er.

Ikki øll muslimsk lond kúga kvinnur sum álagt í hesum lista, men fleiri gera tað.

(Undir greinini er brot úr ræðslufilminum við upptøkum hjá Hamas 7/10-23, tá Hamas leyp á Ísrael. Atgongd til filmin krevur føðingardag/ár í boksirnar.

Men fyrst 34 (for)boð og revsingar fyri islamskar kvinnur, ið ikki lýða Hadith.

1.  Kvinnan er veruliga sum trælur hjá sínum húsbónda.

2.  Konan sleppur ikki at sýta manninum samlegu, tá hann krevur tað.

3.  Einglar bannlýsa kvinnu, ið noktar manninum samlegu, tá hann ynskir tað.

4.  Ævigt lív er treytað kvinnuni alt eftir mansins lukku í hjúnalagnum.

5.  Allah góðtekur ikki bøn frá kvinnu, um hon ger mannin ónøgdan.

6.  Lægri støðan hjá kvinnum verður staðfest, tá maðurin niðurger hana.

7.  Kvinnan varð skapt úr einum boygdum rivjabeini.

8.  Fullkomin kvinna er líka sjáldsom sum hvít kráka.

9.  Ein kvinnulig vitnisfrágreiðing vigar bert móti hálvum mansvitnisburði.

10. Flestu íbúgvar í helviti eru kvinnur.

11. Kvinnur eru atvold til forføring og óndskap.

12. Vána kvinnur eru ringasta slag av ‘fitnah’, t.e. kvøl, svik og pínsla.

13. Ein og hvør tjóð fer til grundar, ið verður stýrd av eini kvinnu.

14. Kvinnur boða frá ófrættum.

15. Kvinnur hava lægri skilvísi og trúarstyrki enn menn.

16. Ein kvinna er at javnmeta við hennara kynsgøgn.

17. Kvinnur verða mettar ájavnt kríatúrum.

18. Kvinnur eiga at verða viðfarnar sum lægri verur og lutir.

19. Kvinnur ráða ikki yvir húsbóndanum í øðrum enn mati og klæðum.

20. Kvinnur eru at meta ájavnt trælum og húsdjórum.

21. Kona eigur at verða bankað, tá maðurin heldur tað er neyðugt.

22. Menn hava loyvi at banka konurnar uttan at standa til svars fyri Allah.

23. Monnum er loyvt at taka barnabrúðrar.

24. Tøgn hjá eini umbidnari brúður er st rokna sum hennara samtykki.

25. Muslimskir menn mugu bert giftast muslimskum kvinnum.

26. Tað er bannað muslimskum manni at giftast ikki-muslimskari kvinnu.

27. Kvinnan er so bíligur maki, at hon kann fáast fyri ein jarnring.

28. Kvinna kann ikki fáa hjúnaskilnað uttan so, at hon verður illa bard.

29. Menn kunnu krevja skilnað bert við at endurtaka orðið ‘skilnað’ 3 ferðir.

30. Maðurin ræður altíð yvir, hvussu synir og døtur verða uppald.

31. Menn kunnu giftast fleiri kvinnum, um teir hava ráð til tess

32. Menn kunnu neyðtaka hertiknar kvinnur og trælgentur.

33. Kvinnuheiður verður varðveittur við, at gentur verða umskornar. (FGM).

34. Pápi og brøður sleppa at revsa døtur og systrar eftir vild fyri æruskemd.

Her er ræðsluvideo við brotum úr Hamas upptøkum 7/10-23.

Minst til at skriva føðingardagin inn í boksirnar fyri at fáa atgongd til video.

Sí video her

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo