Hjartaleysur er hann, sum ber hjarta sítt uttan á bringuni
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Keiin í Nólsoy var full av fólki, tá ið Thomas Joensen í dag setti árligu ovastevnuna.

Thomas Joensen er formaður í nevndini fyri Ovasavnið í Nólsoy.

Aftur í ár setti Havnar Hornorkestur sín serliga dám á løtuna.

Í setanarrøðuni hugleiddi Thomas Joensen m.a. um bragdið hjá Ova, sum hevði við sær, at man í nærum 20 ár savnaði inn til ein svimjihyl, so at ynski hjá Ova kundi ganga út. Thomas helt tó fyri, at hóast eingin svimjihylur er í Nólsoy, so er ynski hjá Ova gingið út, tí umstøðurnar nú eru so nógv broyttar, at børn í Nólsoy hava møguleika at læra at svimja í Havn.

Thomas greiddi frá hugskotinum við Ovasavninum, sum væntandi stendur liðugt í vár. Eitt stórt arbeiðið er lagt í, at hetta savn kundi gerast veruleiki. Á savninum kunnu øll læra søguna um Ova og bragd hansara at kenna, síggja bátin Dianu Viktoriu umframt at læra um veður, vind, streym o.a., sum Ove visti so nógv um.

Thomas, sum ikki hevur føroyskt sum móðirmál, helt røðuna á føroyskum við nólsoyadialekt.

Hann helt m.a. fyri, at vit øll eru fyrimyndir fyri onkran, og um døtur hansara skulu læra at tosa føroyskt, so má hann ganga undan. Thomas rósti eisini teimum eldsálum í Nólsoy, sum gera stevnuna møguliga. Hann tók eisini undir við teimum, sum nevna Nólsoy "Yes-Island", tí jaliga lyndi og hjálpsemi o.a. hevur við sær, at nógv ber til, sum ikki hevði borið til aðrastaðni.

Nólsoyingar eru spentir at bjóða øllum føroyingum á ovastevnu.

Stevnuveðrið er gott, tó so at nøkur tiltøk eru flutt inn í teltið á keiini.

Ternan siglir stevnugestir aftur og fram hvønn tíma allan dagin líka til sunnumorgun kl 5:30. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á ssl.fo.

Nólsoyingar borðreiða við spennandi stevnuskrá allan dagin. Her er avgjørt okkurt til øll, stór og smá, ung og eldri. Fyrireikararnir hava lagt dent á, at nærum alt undirhaldið á stevnuni er ókeypis. Stevnuskráin sæst á torshavn.fo og á Facebooksíðuni “ovastevna”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo