Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Leygardagin bórust deyðsboðini av Bjarna Restorff, tónleikara og kórleiðara. Hann andaðist dagin fyri, fríggjadagin 7. juni, 68 ára gamal.

Tíverri komu deyðsboðini ikki óvæntað. Bjarni hevði verið illa sjúkur leingi, og nú í seinastuni gekk bara ein veg.

Men saknur er í honum, og tómrúmið verður stórt. Bjarni Restorff var ein litsterk persónligheit, hann var virkin í tónleikarlívinum, hevði nógv jørn í eldinum og var hartil sera fyrikomandi, kendi nógv fólk og hevði nógvar vinir.

Í næstan fjøruti ár undirvísti Bjarni Restorff i klaverspæli á Tórshavnar musikkskúla. Mong okkara, ið spældu hjá honum, mundi uppliva, at Bjarni var meir enn bara klaverlærari: hann var bæði mentor, fyrimynd, stuðul, ein sera góður vinur og so mangt annað.

Bjarni royndi eisini at leggja næmingum gott musikalskt í beinið, eitt nú viðvíkjandi musikkteori og musikksøgu, har hann jú var á heimavølli.

Sjálvur flutti eg úr Føroyum fyri skjótt fjøruti árum síðani, og vit báðir Bjarni møttust ikki so ofta. Men hvørja ferð, ið vit møttust, var tað, sum høvdu vit møtst dagin fyri. Vit fingu altíð eitt hugnaligt prát, og Bjarni var bæði tíðindafróður og áhugaverdur at lurta eftir. Og so var hann altíð góður í ráðum.

Mong munnu kenna hetta aftur, tí soleiðis var Bjarni. Hann var lættur at koma á tal við, og fekst tú Bjarna til vin, fekst tú ein vin fyri lívið.

Bjarni Restorff var ein úrmælingur at skriva og útseta tónleik og hevur laðað nógvar tónleikarvarðar. Tað er spell, at hann ikki gjørdi meir við at skriva tónleik, men kanska tímdi hann ikki at 'hópframleiða' tónleikaverk.

Ein av Bjarnasa mongu tónleikarvarðum er eyðvitað Tórshavnar manskór, ið hann tók stig til saman við Kára av Reyni í 1986.

Manskórið var hansara hjartabarn, og tað er týðiligt, at sangararnir vóru og eru sera góðir við Bjarna. Fáir kórleiðarar stjórna sama kóri í næstan fjøruti ár og blíva við at vera væl lýddir millum sangararnar. Tað er í roynd og veru eitt bragd.

Tí at fáast við kór snýr seg um so nógv annað enn bara tónleikin. Tað sosiala, pedagogiska og psykologiska – hetta at duga at fara væl við fólki og slætta sjógvarnar - hevur minst líka nógv at siga, kanska serliga í manskóri, og tað megnaði Bjarni Restorff til fulnar.

Í fyrstani kundi tað kanska vera eitt sindur trilvandi við sanginum og seriøsitetinum, sum so ofta við nýstovnaðum manskórum. Men Bjarni gavst ikki. Hann stríddist og strevaðist, og tað gav eisini úrslit.

Í dag telist Tórshavnar manskór millum tey bestu føroysku kórini, og teir hava enntá fingið ávísa viðurkenning frá einum av heimsins bestu manskórum, nevniliga tí heimskenda svenska manskórinum Orphei Drängar, ið var á konsertferð í Føroyum í oktober.

Sångsällskapet Orphei Drängar í Uppsala telist millum bestu manskór í verðini. Teir eru vanir at dansa saman við, ella rættari sagt syngja saman við teim stóru musikalsku elefantunum, at samstarva við navnframar sangarar, tónleikarar og dirigentar, við kend kór og orkestur um allan heim og at syngja í teim stóru konserthúsunum.

Orphei Drängar eru ikki fyri nothing, fyri at siga tað á góðum føroyskum.

Eftirsum hvørt einasta manskór í verðini vil sleppa at syngja fyri teimum, hava Orphei Drängar hoyrt mangt og hvat, bæði av góðum og minni góðum kórum.

Men eitt er at sleppa at syngja fyri Orphei Drängar, nakað heilt annað er at sleppa at syngja saman við Orphei Drängar. Tað er ikki einum og hvørjum kóri beskorið, men tað slapp Tórshavnar manskór í heyst.

Gaman í vóru Orphei Drängar eitt sindur skeptiskir at byrja við, tí sum vera man vistu teir lítið og einki um føroyskt kórlív og um støðið á tí.

Men sum fyrrverandi sangari í Orphei Drängar havi eg fingið av vita frá teimum, at teir vóru ikki sørt imponeraðir av Tórshavnar manskóri. Teir høvdu aldrin trúð, at eitt so gott manskór var at finna í hasum smáu, veðurbardu oyggjunum úti í Atlantshavi.

Kórini bæði blivu vinakór (tað er ein viðurkenning í sær sjálvum), Bjarni Restorff bleiv valdur til lim í hesum svenska sangselskapi, og tað fegnaðist hann um. Í Føroyum sungu kórini okkurt verk í felag, m.a. Bjarnasa útseting fyri manskór av Regin smiði.

Leygardagin, dagin eftir at Bjarni Restorff doyði, fór Tórshavnar manskór á konsertferð í Skandinavia. Sungið verður í teim skandinavisku høvuðsstøðunum, og harumframt hava Orphei Drängar boðið teimum til Uppsala, har kórini fara at møtast aftur, bæði til gaman og álvara. Teir fara at syngja á felags konsert og halda felags veitslu nú leygardagin, og eg veit, at teir svensku sangararnir ganga høgt upp í hesa vitjan úr Føroyum.

Tað er ómetaliga harmiligt, at Bjarni ikki slapp at uppliva hesa konsertferð.

Musikalskt var Bjarni Restorff av góðum bergi brotin, og hansara forfedrar og skyldfólk hava í stóran mun lagt lunnar undir musikklívið í Havnini, serliga í tí gomlu Havnini. Bjarni visti ein heilan hóp um hesi viðurskifti, í so máta var hann sum eitt livandi leksikon, og tíverri hvørvur nógv av hesi vitan við honum.

Vónandi hevur onkur sitið væl undir og kann bera hetta víðari, tí nú ber ikki longur til at spyrja Bjarna.

Eftir okkara metum varð Bjarna ikki serliga langt lív lagað, men hann fekk heilt ótrúliga nógv burturúr tey ár, hann livdi.

Friður veri við minninum um heiðursmannin, úrmælingin og slóðbrótaran Bjarna Restorff.

Heri Eysturlíð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo