Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52 a í Tingskipanini
Spyrjari:  Annika Olsen, løgtingskvinna
Svarari:  Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni:  Heildarætlan um fólkavøkstur

Spurningar: 

  1. Eru ætlanir um at gera eina nýggja heildarætlan um fólkavøkstur?

  2. Um ja, nær kann væntast, at hetta arbeiðið verður liðugt?

Viðmerkingar:
Fólkavøkstur og búskaparvøkstur hanga neyvt saman, og tí er tað umráðandi, at vit sum samfelag áhaldandi tryggja, at hesin fólkavøkstur heldur áfram. Seinastu árini hevur stórur fólkavøkstur verið í Føroyum, men tað eru greið tekin um, at hesin fólkavøkstur ikki er eins stórur og undanfarin ár. Hetta sæst m.a. við fallandi burðaravlopinum. Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, er tað lægsta síðan 2004. Meðan burðaravlopið var 300 í 2004, er tað í løtuni 161.

Somuleiðis eru tekin at síggja millum tey ungu, at tey í størri mun ynskja at fara av landinum at lesa. Í kanning, sum Glasir gjørdi í vár, vísti tað seg, at 60 % av teimum ungu ynskja at fara av landinum at lesa eftir lokna studentaútbúgvning. Tá ein so stórur partur av okkara ungdómi ynskir at fara av landinum at lesa, er vandi fyri, at ein stórur partur ikki kemur heim aftur eftir loknan lesnað. Harumframat hava vit eitt skeiklað kynsbýti, har vit mangla yvir 2000 kvinnur í føroyska samfelagnum.

Í 2013 gjørdi tásitandi landsstýri eina heildarætlan, «Fólkafráflyting og fólkavøkstur». Endamálið var at gera átøk, sum kundu vera við til at gera Føroyar meira lokkandi at búgva í. Í dag síggja vit tíverri nøkur av teimum somu teknunum, sum vit sóu í 2013,  og tí ræður um at seta skjótt inn, soleiðis at átøk kunnu gerast til tess at bøta um støðuna í tøkum tíma. At tryggja framhaldandi fólkavøkstur hevur eisini týdning fyri fíggjarliga og búskaparliga haldførið hjá landinum. Tí verður hesin fyrispurningur settur løgmanni.

Á Løgtingi, 9. september 2024
Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo