Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Styrkisambandið: Komandi dagarnar fara fimm styrkilyftarir úr Føroyum at luttakað í NM 2024 Sub-junior og junior, sum verður hildið í hølunum hjá Horsens Styrkeklub. Tey fimm eru Aron Matras Jensen, Marta Nolsøe, Petur Fróðason, Rósa Matras Jensen, Sofus B. Jakobsen, sum øll venja í Burn, og Hjalmar Berthelsen er við sum hjálpari. Nakrir av lyftaranum hava luttikið fyrr í NM - millum annað Rósa, sum fekk eitt flott annað pláss tá honn luttók síðsta ár.

Tað verða Rósa og Marta sum leggja út við at lyfta. Kappingin hjá kvinnum byrjar í dag, fríggjadagin, klokkan 13:00 føroyska tíð. Menninir lyfta leygardagin, og har verður kappingin sett í gongd klokkan 13:30 føroyska tíð. Allir luttakararnir lyfta sum junior-lyftarar, tað eru lyftarar, sum eru 19 til og við 23 ár.

Aron Matras Jensen sigur, at hann fer at royna at fáa eitt so gott úrslit sum møguligt. Tað skal so sigast at Aron siglur til dagligt, so tað er avmarka hvussu nógv og hvat hann kann venja.

Marta Nolsøe sigur, at hon fer at royna at fáa meira í bonkpress enn til seinastu kapping, men sigur í fyrsta umgangi við einum smíli, at honn má klára “weigh-ins”. Tað er sera umráðandi at klára at viga seg inn til tann vektbólkin, man hevur meldað seg til, annars sleppur man ikki at luttakað.

Petur Fróðason sigur, at hann ætlar at fáa eitt betri avrik enn til seinastu kapping. Petur kappaðist eisini til FM 2024 í summar. Síðani tá hevur hann fingið sær Regin Stergakis sum personligan venjara, sum var og vitjaði í Føroyum stutt aðrenn.

Rósa Matras Jensen sigur, at hon satsar uppá at fáa met í beinbend (squat) og vónandi eisini rættsøðulyft (deadlift). Rósa hevur í løtuni øll fýra metini hjá kvinnum í Føroyum í -84 klassanum.

Sofus B Jakobsen sigur, at hann fer at satsa uppá at klára seg betri í øllum. Hann hevur sligið nógv personlig met upp til kappingina, og hevur øll fýra metini í -74 klassanum í junior bólkinum.

Vit ynskja teimun góða eydnu við kappinguni!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo