Eitt línuskip er á Íslandsrygginum og eitt er vestanfyri. Tvey smærri ísfiskaskip eru eisini til fiskarí, annað á Føroya Banka og hitt á Byrenbank.
- Vit rokna við, at trý av teimum koma at landa í vikuni og tað fjórða fyrst í aðru viku. Skipini fiska mest av toski, longu, og nakað av svartkalva. Eitt frystiskip er við Eysturgrønland, meðan fimm eru undir Føroyum, sigur FMF.
Ein djúpvatnstrolari fiskar makrel, hin liggur við bryggju.
- Streymurin verður góður og veðrið verður eisini gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Men fiskaríið er vánaligt. Teir fiska mest av hýsu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo