Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Kunngerðin um burturkast

Spurningar:
1. Nær verður nýggja kunngerðin um burturkast lýst?
2. Hví hevur arbeiðið tikið so langa tíð?

Viðmerkingar:
Verandi kunngerð um burturkast er frá 1995, og ongar broytingar eru gjørdar í henni síðani 2007. Hugburðurin viðvíkjandi burturkasti er nógv broyttur, síðani galdandi kunngerð varð lýst.

Í februar 2020 bað undirritaði, sum tá var landsstýrismaður á økinum, Umhvørvisstovuna um at gera eina nýggja kunngerð um burturkast. Tey fingu freist til 1. juni sama ár, tá arbeiðið skuldi vera liðugt.

Arbeiðið dró út, men fyri skjótt trimum árum síðani skrivaði Dimmalætting, at arbeiðið var um at vera liðugt, og at og bara nakrir tekniskir smálutir vóru eftir at gera, áðrenn uppskotið kundi latast landsstýrismanninum.

Í svari uppá fyrispurning frá undirritaða í desember 2023 segði landsstýriskvinnan, at hon miðaði eftir, at arbeiðið við kunngerðini bleiv liðugt í januar 2024, og hon væntaði, at kunngerðin bleiv lýst í februar 2024.

Men framvegis er kunngerðin ikki lýst. Tí verður hesum fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 11. juni 2024
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo