Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Stril Mariner (myndin) og Stril Merkur flagga nú úr FAS og fara aftur undir norskt flagg.

Stril Mariner (myndin) og Stril Merkur flagga nú úr FAS og fara aftur undir norskt flagg.

- Vit hava verið sera væl nøgdir við samstarvið við føroyingar, men støðan við norsku krónini ger, at vit hava onki annað val enn at repa seglini nú. Tað sigur Alf Møkster, fíggjarstjóri hjá norksa frálanda reiðarínum Simon Møkster Shipping við VP.

Ítøkilia eru tað skipini Stril Merkur og Stril Mariner sum nú fara úr FAS og aftur undir norskt flagg.

- Vit hava fleiri skip sum liggja vegna ov lítið virksemi, og vænta at koma út við stórum halli í ár. Og tá hýrur eru 65% av útreiðslunum er nærliggjandi at leita eftir sparingum har, sigur Alf Møkster við VP.

Inntøkurnar hjá skipunum verða avroknaðar í norskum krónum. Men føroysku manningarnar verða løntar við føroyskum krónum. Og tá kursurin á norsku krónuni er blivin so lágur í mun til føroysku krónuna, er støðan blivin sera trupul hjá reiðarínum.

- Føroyska manningin er blivin 6-8% dýrari í drift av hesum, sigur fíggjarstjórin hjá Møkster.

Føroysku manningarnar fingu boðini í gjár, og menninir hava ímillum 2 og 6 mánaða uppsagnartíð.

Tilsamans eru 56 føroyingar við skipunum, og teir eru allir uppsagdir.

Tað er Tor Shipping í Havn sum umboðar norsku skipini hjá Møkster í FAS. Joan Torleivsdóttir frá Tor Shipping váttar fyri VP, at tey hava fingið boðini um, at norsku skipini fara úr FAS, og hon sigur, at hetta eisini er ein smeitur fyri Tor Shipping, tí talan er um ein av bestu kundunum sum nú stingur í sekkin.

- Hetta er so spildurnýtt, so eg fái ikki sagt meira, men vit eru sera hørm um støðuna, sigur hon.

Stril Mariner (myndin) og Stril Merkur flagga nú úr FAS og fara aftur undir norskt flagg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo