Bíbilskt trongskygni uttan tolsemi og kærleika tænir ikki Guds ætlan við okkum menniskjum
- Francis Sheaeffer

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

At tíðin rennur sum streymur í á, mugu vit bara sanna, tí nú er longu um at vera hálvannað ár, síðan tú fór her foldum frá, góða Sólrun.

Dagurin tann 13. januar í 2023 bleiv ein sorgardagur, sum ikki kann lýsast við orðum, tá ið tú, kæra systir og svigarinna okkara, andaðist, bara 71 ára gomul. Og enn kennast saknurin og tómrúmið líka stórt.

Tað er tungt at vita, at tín rødd er tagnað, og at eg ikki bara kann taka telefonina og ringja til tín, góða Sólrun. Vit bæði høvdu okkara regluliga telefonsamband, har vit kundu snakka saman longi. Ja, mangan var ein tími ov stuttur. Tað er nakað eg sakni so sáran. Tú var mær ein ógvuliga góð systir.

Vit vuksu upp saman undir Skorðum í Froðba saman við foreldrum okkara, Aslaug og Sørin, í okkara trygga barnaheimi.  Mamma var heimaarbeiðandi, og pabba var sjómaður.

Heimið hjá okkum var altíð fult av fólki, tí har komu so nógv fólk at vitja. Ja, tað var eitt  fylkingarstað hjá fleiri. Har vóru nógvar góðar og stuttligar løtur. Og eyðkenda Tórshavn Radio stóð sum oftast frá. Tað kendist gott og fjálgt. og øll vóru líka vælkomin inn.

Vit vóru trý systkin, tú Sólrun, Enok og eg sjálvur. Nú eru tit bæði farin, og tómrúmið er heilt ógvuliga stórt. Men eg eigi nógv góð og dýrabar minnir um tykkum bæði.

Tú flutti til Fámjins at búgva, tá ið tú giftist við Magnusi, og har hevur tú trivist sera væl, og títt hægsta ynski var nú, tú sá, hvønn veg tað bar, at har vildi tú leggja eyguni saman fyri seinastu ferð. Tit fingu fimm børn saman. Og tú hevði eisini fingið fleiri ommu- og langommubørn nú.  Og tú var líka góð við tey øll. Tey vóru so røsk at vitja teg.

Tú bleiv sjúk av krabba, og tað gekk ikki long tíð, til tú ikki orkaði meir. Men tú bar tína sjúku so stillisliga. Og bleiv tú spurd, hvussu tú hevði tað, ja, so var altíð svarið: Tað gongur nokk, og tað skal ganga. Sjálvt um vit sóu, hvønn veg tað bar.  Men eitt er gott at vita, góða Sólrun, at tú hevði onga pínu, men hart var at síggja, hvussu tú viknaði bara meir og meir. Vit royndu at vera so nógv saman við tær sum gjørligt hesa sváru tíð.

Tann dagin, eg hevði føðingardag, valdu vit at koma yvir til tín at halda dagin og vera saman við tær. Tú stríddi teg upp fyri fáa tær lagkøku, men eg haldi, tað var meiri fyri at gleða meg. Tí tá var tú longu viknað so nógv, men vit fingu ein góðan dag saman. Og fleiri av tínum næstu vóru eisini har.

At tú var avhildin, góða Sólrun, bar tann stóri skarin av fólki, ið var komin at fylgja tær til títt seinasta hvíldarstað her á fold, boð um.

Vit plaga at vitja í Fámjin við jøvnum millumbili, men tað kennist so tómt uttan teg, góða Sólrun.

Vit plaga eisini at leggja leiðina út í kirkjugarðin, og sporini kennast ógvuliga tung.

Tað er eisini ein stórur saknur hjá tær, góði Magnus, Sørin, Henrietta, Aslaug, Sjúrður og Maria við familju, nú tit hava mist eina góða konu, mammu, ommu og langommu.

Eg havi eisini mist eina sera góða og vinarliga svigarinnu. Eg sakni at kunna sita saman við tær har í Fámjin og práta, sum vit so mangan hava gjørt, góða Sólrun. Og gestablídni var altíð so sera stórt hjá tær.

Takk fyri alt!

Ærað veri minnið um mína elskaðu systur og kæru svigarinnu, Sólrun Joensen.

Elvin og Sunrid

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo