Nú hóskvøldið 15. apríl kl. 19.30 verður Miðvika aftur í Hoyvíkar kirkju, fyri fyrstu ferð síðani korona tók seg upp, og tá fer Óluva N. Djurhuus úr Kollafirði at greiða frá sínari spennandi pílagrímsferð fyri nøkrum árum síðani til Santiago de Compostela.
Hetta er ein túrur, sum fólk ymsa staðni úr heiminum ganga, úr Fraklandi til býin Santiago de Compostela í Spania.
- Tá eg byrjaði at tosa um at ganga pílagrímstúr vóru tað fleiri, sum søgdu seg hava áhuga at koma við, men eg visti, at eg skuldi fara einsamøll. Hetta skuldi vera ein túrur, har eg skuldi hava góða tíð og hugsa um ymisk viðurskifti, sigur Óluva.
Sjálvt um hon valdi at fara túrin einsamøll, so kom hon at fylgjast við og kenna fólk nógva staðni úr heiminum og í øllum aldri.
- Tað er hugnaligt at vera saman við fleiri fólkasløgum og tó merkja, hvussu lík vit eru, sigur Óluva, sum m.a. hevði Sálmabókina við á ferðini, og henni fekk hon stóra gleði av.
Aftaná framløguna hjá Óluvu er ein drekkamunnur á skránni og fólk hava høvi at seta henni spurningar og at viðmerkja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo