At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

"Tá ið eg hoyri orðið mentan, tá taki eg revolvaran!" Orðini eru endurgivin Luftwaffe-ovastanum, Hermann Göring, men hetta er ikki heilt rætt, tí setningurin er tikin úr einum sjónleiki hjá Hanns Johst, har skemtarin tekur soleiðis til, at: „Wenn ich das Wort Kultur höre, entsichere ich meinen Browning“. Meiningin er tó tann sama, tí nazistanir báðir, Johst og Göring, høvdu somu samfelagsfatan, sum m.a. innibar, at mentan var ein hóttan sum skuldi berjast niður, og um neyðugt við harðskapi.

Fyri 20 árum síðan gjørdu fimm manns ein lista til bygdaráðsvalið í Sørvági. Allir vóru óroyndir í politikki. Miðlanir settu sjálvir navnið "Ungdómslistin" á hendan listan, hóast meginparturin av teimum ið stillaðu upp, vóru farnir um tey tríati.

Sørvágur hevði ikki ordiliga fingið lut í tí stóra fólkavøkstrinum sum kom aftaná kreppuárini í 90unum, og ítróttarliga gekk onki serligt hesi árini. Besta mansliðið í fótbólti spældi í 3. deild, og Rajko var júst byrjaður í SÍ, og hevði enn ikki fingið vinnaramentalitetin í flogbóltsspælararnar, men tað skuldi seinni koma, og vísa seg við lít.

Menninir á listanum hildu, at tað var ikki so nógv at fara til í Sørvági, um man ikki gekk í missiónshúsinum ella íðkaði ítrótt. Brúk var fyri einum savningarstaðið til mentanarlig tiltøk, og teir bjóðaðu seg fram at virka fyri, at bygdin kundi fáa eitt mentanarhús. Ætlanin hjá monnunum var at kommunan skuldi keypa Dansistovuna, sum hevði og enn hevur røttu stødd og staðseting til tiltøk av alskyns slag.  

Hetta vakti stóran ans, og lokalpolitikarar og onnur fanaðu hetta uppskotið niður. Tey gjørdu sum Göring, og avsikraðu revolvaran. Hetta mátti skjótast niður í føðingini. Eitt mentanarhús var galskapur. Tað kom at skuldarbinda kommununa í áratíggju, og man skuldi bara skeita til Fuglafjarðar, at síggja hvussu galið tað hevði gingið har. Listin fekk tó ein mann valdan, men onki mentanarhús.

Nú 20 ár seinni eru onnur fólk, og aðrar visjónir í bygdaráðnum. Hesi fólkini tykjast ikki at síggja mentan sum nakra hóttan, men tvørturímóti ein vinning fyri lokalsamfelagið. Tá møguleikin stakk seg upp at fáa eitt sjósavn/mentanarhús til bygdina, so tóku tey av. Menniskjan livir jú ikki av breyði eina.

Hitt mentanarhúsið -  Dansistovuna - seldi hetta víðskygda bygdaráðið til tvær eldsálir í bygdini, sum nú umvæla bygningin og hava latið dyrnar upp fyri alskyns tiltøkum, sum fólk hava tikið væl undir við.

Vit hava kommunuval aftur í november, og sørvingar eiga at gera sær greitt hvørja kós vit vilja halda. Eg haldi ikki at valið er so trupult.

Regin Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo