Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Í januar 2024 handtók og skuldsetti Føroya Politi ein mann í 50-unum fyri at fremja kynslig brotsverk á internetinum. Í sambandi við handtøkuna bleiv húsarannsókn eisini framd og hald bleiv lagt á ymsar teldulutir. Tann skuldsetti hevur verið varðhaldsfongslaður síðan handtøkuna, og kanningararbeiðið er nú liðugt.

Maðurin er millum annað skuldsettur fyri at hava deilt yvir 50 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi og at hava í varðveitslu yvir 30.000 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi.

Haraftrat er hann skuldsettur fyri, á sosiala miðlinum Twitter nú nevnt "X", í fýra umførum at hava viðvirkað til roynd at neyðtaka børn undir 12 ár við at hava eggjað aðrar brúkarar uttanfyri Føroyar at neyðtaka børn og at hava vegleitt hesar persónar um, hvørjar kynsligar gerðir teir skuldu gera móti børnunum.

Málið verður viðgjørt í Føroya Rætti í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo