Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Sunnudagin byrjar Maisól, mentanarvikan í Vága kommunu, sum fer fram frá 26. mai til 2. juni. Vikan verður sett sunnudagin 26. mai kl. 15.00 í Vatnsoyrum. Hetta er ein heilt serlig vika, har dentur verður lagdur á mentan við einum fjølbroyttum úrvali av tiltøkum, sum fevna um sjónleik, tónleik, bókmentir, myndlist, dans, verkstovur, felagsskap og náttúruupplivingar. Tiltøkini eru ætlað bæði borgarum og vitjandi í øllum aldri, so øll kunnu verða við í hesum spennandi tiltøkunum.

Mentanarvikan eitur Maisól, sum fær íblástur frá gomlu føroysku sundurbýtingini av árinum eftir tendringum: Jólasól, Torrasól, Gøsól, Einmánasól, Vársól o.s.fr. Endamálið við Maisól er at lýsa og fevna um mentanina í Vága kommunu við einum breiðum og forvitnisligum úrvali av mentanartiltøkum.

Tiltøkini verða hildin ymsastaðni í allari kommununi, og ætlanin er at skapa eitt mentanarligt lív og eina felagsskapskenslu millum øll, ið taka lut. Hetta er ein gyltur møguleiki at uppliva Vága kommunu á ein nýggjan og spennandi hátt, har mentanin fær høvi at blóma og vísa seg fram í øllum sínum fjølbroytta margfaldi. Øll eru vælkomin at luttaka og njóta hesa serstøku mentanarviku, har nakað er fyri ein og hvønn, bæði stór og smá.

Við hesum heitir Vága kommuna á øll um at luttaka og gera Maisól til eina minniliga og gevandi viku fyri øll.

Flest øll tiltøkini eru ókeypis, men tørvur er á at keypa atgongumerki fyri at tryggja sær møguleika fyri at uppliva tríggjar ymiskar, inniligar og serstakar framførslur.

Inniliga dansisýningin MINNISBROT verður framførd í Vakstarhúsinum sunnukvøldið 26. mai kl. 20.00.

Sýningin er ein granskan av sambandinum millum tveir kroppar og teirra kensluliga samanspæl, og viðger evnini longsul, tráan og nærveru.

Leikurin LORTIÐ (La Merde) eftir Christian Ceresoli verður í Listastovuni mikukvøldið 29. mai kl. 20.00. Leikurin sendi  skjálvtar gjøgnum altjóða leiklistaheimin tá hann varð frumframførdur í 2012 er útnevndur til eitt leiklistarligt fenomen, og hevur verið framførdur um allan heimin.

Eisini mikukvøldið 29. mai, kl. 22.00, verður ein serstøk konsert við Mattias Kapnas á loftinum á Gamla skúla í Sandavági. Allar hesar sýningarnar hava avmarkaða atgongd.

Skráin fyri mentanarvikuna kann takast niður her. Broytingar kunnu koma fyri orsaka av støðuni á arbeiðsmarknaðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo