Ánarar minnast betur enn skuldarar
- Benjamin Franklin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Luna, sum alir laks útfyri Giljanesi, Vestmanna, við tunnilsmunnan á Vágalandinum, Heystfirði og Sørvági, har eisini kryvjivirki er, umframt at felagið rekur smoltstøð á Fútakletti, hevði 262 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør. Tað er góðar 58 mió kr meira enn í 2022 og tað besta í søgu felagsins.

Sølan vaks úr 1,155 mia kr í 2022 til 1,442 mia kr í fjør.  Útreiðslusíðan vaks sum vera man eisini, eitt nú vórðu 145 mió kr goldnar í lønum, sum er áleið 20 mió kr meira enn árið fyri. Bara í partafelagsskatti rindaði Luna nærum 58 mió kr.

Í frágreiðingini sæst, at USA er nógv størsti marknaðurin, hærnæst Europa. Sølan til Russlands, sum í 2022 var nærum 38 mió kr er nú 0. Samstundis var sølan til USA 845 mió kr, sum er einar 240 mió meira enn í 2022 og til Europa annars vaks við 267 mió kr og bleiv 394 mió kr.

Størsta hóttanin ímóti vinnuni er framvegis lúsin, og nógv verður lagt fyri at halda henni í skák.

Fíggjarstøðan hjá Luna javnvigaði við 1,88 mia kr og eginognin var við árslok í fjør 1,24 mia kr.

Atli Gregersen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo