Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning 52-012/2024 eftir § 52 a í Tingskipanini frá Helga Abrahamsen,
løgtingsmanni, um vakmyndatól 

Fyrispurningurin er soljóðandi:   
1. Ætlar landsstýrismaðurin at fylgja løgtingssamtyktini um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól (tingmál nr. 69/2023)?

2. Um landsstýrismaðurin ætlar at fylgja løgtingssamtyktini, nær kann so roknast við, at lógaruppskot um hetta verður lagt fyri Løgtingið?

Svar:
Til spurning nr. 1

Løgtingssamtyktin í tingmáli nr. 69/2023 er soljóðandi: “Løgtingið  heitir  á  landsstýrið  um at   fyrireika  og  leggja  fyri  Løgtingið lógaruppskot  um at  loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum.”

Eg virði sjálvandi hesa løgtingssamtyktina, og hetta er eitt mál, ið er sett á dagsskrá í Løgmálaráðnum.

Til spurning nr. 2
Spurningurin frá løgtingsmanninum tykist byggja á ta fatan, at tað er bara ein háttur at gera eina heimild at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum. So er ikki, ein slík heimild kann gerast á fleiri mátar.

Tá ið eg í Sosialin/miðlunum eri endurgivin fyri at siga, at tað eru ymiskir loysnir at skipa hesa heimild, so skal hetta ikki skiljast sum, at eg ikki virði løgtingssamtyktina, men hinvegin at vit í Løgmálaráðnum arbeiða við at finna eina góða loysn, sum javnvigar atlitið at trygd í býarlívinum og atlitið at persónliga frælsinum.

Í hesum sambandi kann eg vísa á, at endamálið við vakmyndatólslógini, t.e. løgtingslóg nr. 178 frá 17. desember 2020 um yvirvøku við vakmyndatóli, er at tryggja rættin hjá persónum ikki at vera fyri óneyðugari og inntrívandi privatari yvirvøku í almenna rúminum samstundis sum, at neyðug atlit verða tikin til, at tað í ávísum førum kann verða neyðugt at yvirvaka.

Tað eru gjørdar nógvar kanningar um, hvussu yvirvøka við vakmyndatóli ávirkar atburðin hjá persónum í náttarlívinum. Hesar kanningar vísa rættiliga greitt, at yvirvøka ikki fyribyrgir harðskapi ella onnur sløg av atgerðum, sum persónar fremja í sinnisrørslu. Hinvegin kann yvirvøka fyribyrgja tey sløg av kriminaliteti, sum eru meira løgd til rættis. Men vit vita, at yvirvøka sjálvsagt kann vera eitt sera hent amboð hjá politinum í sambandi við kanningararbeiði.

Ein viðkomandi meginregla í hesum sambandi er, at tað eigur ikki at gerast størri inntriv í rættindi hjá tí einstaka enn neyðugt er í mun til endamálið. Hetta merkir t.d. at vakmyndatól ikki skulu upptaka meira enn tað, ið er neyðugt fyri at røkka endamálinum. Ei heldur skal takast upp longri enn mett neyðugt, og upptøkurnar skulu strikast skjótast gjørligt. Eisini skal skeltast so at persónar hava møguleika at vita um at tað verður yvirvakað.

Í tráð við hesi sjónarmið hevur Føroya Politi áður ført fram, at tá ið flestu harðskapsmálini verða framd í náttarlívinum í Havn, so kundu vakmyndatól verið sett upp á útvaldum støðum, og tað kundi verið avmarkað, nær vakmyndatólini tóku upp, t.d. einans ávísar dagar og ávísa klokkutíð um náttina. Eisini verður neyðugt at nágreina, nær og hvar kommunur kunnu seta upp vakmyndatól, og hvussu og nær politiið kann fáa atgongd, til dømis við rættarúrskurði, til vakmyndatól sum t.d. Tórshavnar Kommuna eigur.

Tað eru øll hesi atlit og spurningar sum ein lógarbroyting um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól í býarlívinum skulu viga upp ímóti hvørjumøðrum.

Eg havi eisini umhugsa, um ein slík broyting í fyrstu syftu kundi verið gjørd í eini royndartíð - til dømis í 5 ár, og at man eftir royndartíðina kundi eftirmett nyttuna og týdningin av vakmyndatólum í býarlívinum.

Vit í Løgmálaráðnum arbeiða við fleiri øðrum lógaruppskotum, sum skulu leggjast fyri Løgtingið hesa tingsetuna. Tí er ivasamt, um vit kunnu fáa hetta lógaruppskotið lagt fyri tingið í hesi tingsetuni, men eg vænti at eitt uppskot kann verða lagt fyri tingið á heysti 2025.

Bjarni K. Petersen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo