Sum er væl lægri enn tað sum KAF og Starvsmannafelagið hava undirskrivað.
Hetta kemur fram í svari til viðmerking hjá Johnny í Grótinum á sínum Facebook-vanga, sum hann kallar Faktakekk.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum svarar, sigur millum annað, at rætt er, at hækkingarnar í sáttmálunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag eru hesar, sum verða nevndar:
1 . august 2020 hækkar lønin 1,25%
1 . august 2020 hækkar eftirlønin 1%
1 . mai 2021 hækkar lønin 1,25%
- Hækkingin í løn og eftirløn kemur ikki í gildi 1. mai sum vanligt, men er útsett til 1. august, og 1% av hækkingini er eftirløn.
- At lønarhækkingin kemur í gildið 3 mánaðir seinkað, og tað, at ein partur av hækkingini er eftirløn, sum ikki hevur sama kostnað fyri arbeiðsgevaran sum ein lønarhækking, ger, at samlaði útreiðlsukarmurin hetta sáttmálaskeiðið er 2,98%, ella eina lønarhækking á 1,73% fyrsta árið og 1,25% seinna árið og ikki 2,25% fyrsta árið, sum tú (Johnny í Grótinum, red.) skrivar omanfyri, skrivar Marita Rasmussen, stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo