Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við ábyrgd av umhvørvi og aling, er lítið fegin um óruddið sum rekst í Fonsdali í Vestmanna, fleiri ár eftir at aling av smoltum helt uppat har. Umframt at skemma náttúruna er óruddið til ampa fyri djóralívið.

Les eisini: Bjargaðu smyrli úr nót sum rakst í haganum

- Tað liggur ikki á borðinum beint nú, men hatta er avgjørt nakað, sum eg ætli at fáa loyst hetta valskeiðið. Tað sigur Helgi Abrahamsen, tá VP spyr um eina viðmerking til alt óruddið sum liggur og rekst við byrgingarnar hjá SEV í Fonsdali í Vestmanna, har Fossáaling á sinni aldi smolt. Fyritøkan varð strikað í 2013, men eitt stórt uppruddingararbeiði manglar at blíva gjørt.

- Alivinnan er vanliga ógvuliga tilvitað um sín grøna profil, og slíkt sum hetta er á ongan hátt í samsvari við tað, sigur landsstýrismaðurin, sum kortini ásannar, at tað er ein avbjóðing, tá talan er um fyritøkur, sum ikki eru til longur, og har tískil ongin er at taka upptakið.

Borgarstjórin í Vestmanna, Pauli Petersen, skjýtur upp, at tað almenna skipar ein uppruddingargrunn, sum øll vinnan rindar í, og sum so kann traðka til tá feløg gevast við virkseminum, men ikki rudda upp eftir sær.

Les eisini: Borgarstjórin um órudd av vinnu í haganum: - Átti at verið grunnur sum hevði ábyrgd av upprudding

Men Helgi Abrahamsen heldur, at tann loysnin eisini kann hava avbjóðingar við sær.

- Tað kann eisini vera vandi fyri, at ein slíkur grunnur verður misbrúktur til skrellispann. Alivinnan er sum sagt frammanundan røsk at rudda upp eftir seg, men tað eru sjálvsagt undantøk, sigur Helgi Abrahamsen.

Hann leggur afturat, at hetta kortini er eitt mál, sum hann ætlar sær at hyggja nærri eftir seinni í valskeiðnum, hóast tað ikki stendur á skránni fyri hesa tingsetuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo