Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mánadagin klokkan 10:00 fer Håkan Ericson at kunngera hópin til Baltic Cup 2024 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Mánadagin klokkan 10:00 fer Håkan Ericson at kunngera hópin til Baltic Cup 2024 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Mánadagin klokkan 10:00 fer Håkan Ericson at kunngera hópin til Baltic Cup 2024 - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fyrst Estland, og síðani annaðhvørt Lettland ella Litava verða føroysku mótstøðulondini, tá A-landsliðið við monnum í komandi mánað skal spæla tveir altjóða FIFA-skrásettar landsdystir.

Dystirnir vera partur av Baltic Cup, ið er ein fýralandakapping millum tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, og í ár eru Føroyar bodnar við. Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani eru finalan og dysturin um 3. og 4. plássið á skránni.

Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 8. juni. Í Tallinn í Estlandi spæla Estland og Føroyar, og í Riga í Lettland møtast Lettland og Litava. Finalan og dysturin um 3. og 4. plássið verða týsdagin 11. juni.

Hóast hetta er fyrstu ferð, at A-landsliðið við monnum er boðið við til Baltic Cup, er talan kortini ikki um eina ókenda kapping fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Kvinnulandsliðið hevur í fleiri umførum tikið lut í Baltic Cup, og harafturat hava nøkur av okkara ungdómslandsliðum við gentum eisini luttikið.

Men hvørjir verða so teir, ið skulu umboða føroyska A-landsliðið við monnum í Baltic Cup 2024. Tað fer landsliðsvenjarin, Håkan Ericson at kunngera á tíðindafundi, sum verður í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 27. mai klokkan 10:00.

Í heyst er UEFA Nations League á skránni. Føroyar eru í bólki C4, saman við Armenia, Lettlandi og Norðurmakedónia. Dystirnir vera spældir í september, oktober og í november mánað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo