Lít fult og fast á at tú kanst, so er málið longu hálvrokkið
- Teddy Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Føroyar skulu verða vertir fyri stórfingnu Oyggjaleikunum í 2027, og í hesum sambandi hevur Ítróttasamband Føroya (ÍSF) víst á tørvin á stuðli frá landinum. ÍSF er farið undir tær mongu fyrireikingarnar og hevur sett ein verkætlanarsamskipara at arbeiða við málinum.

Fyri at ganga neyðuga tørvinum á møti hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, lagt uppskot til heimildarlóg fyri Løgtingið til tess at geva bindandi tilsøgn um stuðul upp til 15 mió. kr. yvir fíggjarárini 2025-2027, og uppskotið varð samtykt 21. mai 2024 við breiðum meiriluta.

Oyggjaleikirnir fara at kosta umleið 22  mió., sum skulu brúkast til at samskipa, marknaðarføra, seta og at  enda Oyggjaleikirnar og harumframt til ferðing og samskifti. Tað verður lagt upp fyri inntøkum frá atgongumerkjum og sponsorum á umleið 7 mió. kr.

Sirið Stenberg fegnast um, at heimildarlógin er samtykt, tí Oyggjaleikir eru ein stórhending fyri Føroyar. Talan er um eitt sera stórt, spennandi og týdningarmikið ítróttartiltak fyri okkara íðkarar. Harumframt fáa vit høvi at vísa okkum sum ein virðiligur vertur fyri øll tey íðkandi, áskoðarar og ferðafólk annars. Landskassastuðulin er ein góð íløga og fer heilt vist eisini at hava við sær, at fitt av peningi fer at liggja eftir í landinum í sambandi við ferðing, gisting, uppihaldi o.ø. ÍSF væntar, at umleið  3.000 fólk úr øðrum londum fara at luttaka í Oyggjaleikunum, og harumframt væntast umleið 1.000  fólk úr øðrum londum sum áskoðarar til leikirnar, sum fara at vara í átta dagar.

Upprunaliga skuldu Oyggjaleikirnir vera í Føroyum í 2031, men vegna avboð frá Ynis Môn at vera vertur í 2027 fingu Føroyar í boði at hýsa leikunum longu í 2027. Seinast Føroyar vóru vertir var í 1989, so tað verður bert á øðrum sinni, at vertsskapurin er føroyskur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo