Ger tína skyldu og krev tín rætt. Í hasi raðfylgjuni!
- Mette Frederiksen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landskassin: Í 2023 var samlaða nettoskuld landskassans – her íroknað skuldina hjá Eysturoyar- og Sandoyartunlinum - 3 mia. kr. Nettoognin hjá landskassan uttan ES-tunlarnar var 100.000 kr.

Í mynd 1 sæst gongdin í nettoognini hjá landskassanum frá 1998 til 2025 (árini 2024 og 2025 eru metingar hjá Búskaparráðnum). Skuldin hjá Eysturoyar- og Sandoyrartunlinum er tald við her. Uppgerðin vísir bert gjaldføru ognirnar, ið merkir, at uppgerðin er uttan útbúnað (fastar ognir) hjá landinum.

Í 2023 var samlaða nettoskuld landskassans 3 mia. kr. Nettoskuldin er mett til at veksa til 3,2 mia. kr. í 2024 og 2025. Hóast Føroyar hava havt stóra búskaparliga framgongd seinastu árini, er fíggjarstøða landskassans verri, enn hon var, áðrenn fíggjarkreppan rakti í 2008.

Hyggja vit at nettoskuldini sæð í mun til BTÚ, var hon nærum 2% av BTÚ í 2007, meðan hon er mett at vera 12% av BTÚ í 2024 og 11% av BTÚ í 2025. Frá 2008, tá fíggjarkreppan rakti, til 2015 økti landsstýrið skuldina við samanlagt 2,8 mia. kr. Í hesum tíðarskeiðinum lækkaði Moody’s kredittmetingina frá Aa2 til Aa3 við negativum útlitum.

Hyggja vit at nettoskuldini hjá landskassanum uttan ES-tunlarnar, so var marknaðarvirðið av rentuberandi skuld landskassans við ársenda 2023 3,9 mia. kr., meðan tøka gjaldførið var 4 mia. kr. Sostatt var netto fíggjarstøðan hjá landskassanum uttan ES-tunlar og uttan útbúnað, tað vil siga gjaldføri minus skuld, +100 mió. kr.,

Fyri at minka um nettoskuldina, krevst yvirskot á fíggjarlógini.

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo