Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kvinnan skal aftur til kjøtgrýturnar... ella bíða... hon skal aftur til kjøtgrýturnar, um so er, at hon hevur átt barn, ið ber brek? Ella hvussu skal hetta hanga saman? Ikki allastaðni í Føroyum er hugburðurin tann, at vit skulu hjálpa børnum, ið bera brek, og familjum teirra. Tað eru enn tey, sum hugsa, at hatta er tykkara trupulleiki; hatta mugu tit sjálv taka tykkum av! Í nøkrum førum er tað veruliga so, at vit onki hava flutt okkum í 50 ár.

Meirilutin man hava førkað seg og sær hesi viðurskifti øðrvísi í dag, men í summum førum er tað minnilutin, ið ræður, og hjá teimum børnum, tað rakar, vantar framvegis nógv til tess at fáa grundleggjandi rættindi upp á pláss - rættindi, sum onnur taka fyri givið! Ja, tað mest basala sum rættin til at sleppa út at spæla í skúlafrítíðini. Vit áttu at verið komin longri í 2024.

Sonurin kostar ov nógv nú, hann er lítil, og tí skal onki gerast. Men hvat kostar tað ikki seinni, tá ið øll eru brotnað sálarliga orsakað av stríðnum ímóti skipanini, sum einans arbeiðir ímóti okkum?

Men tó sær hetta út til at vera mátin, vit “loysa” hesar avbjóðingar; vit spara fyrst, og so gjalda vit dupult seinni, tá ið alt vísir seg ikki at rigga. Tá ið tann eini myndugleikin hevur ta fatan, at hann ikki skal hjálpa einum barni, ið ber brek, og tann næsti sigur tað sama, somuleiðis tann triðji, ja, so hendir tað, sum ikki eigur henda í einum framkomnum samfelagið: tú verður kastibløka í skipanini og fer frá einum myndugleika til annan, har øll kasta ábyrgdina frá sær, og harvið fær barnið onga hjálp, tí ongin vil taka á seg ábyrgdina – eisini hóast galdandi lóggáva sigur, at kommunan eigur at veita hjálpina.

Tað hevur ongar avleiðingar fyri nakran, at lógin er brotin!

Er tað nakað, vit hava lært hesi tvey árini, vit hava barst ímóti skipanini, so er tað tað, at lógir eru ikki settar saman til tess at verja borgaran; lógir eru her til tess at verja myndugleikan fyri borgaranum! Harvið er barnið útihýst frá allari sosialari samveru við onnur stóran part av árinum.

Foreldur eru undir stórum trýsti, tí hvussu skulu bæði foreldur megna at varðveita arbeiðið?

Og hvør verður tað, sum fer av arbeiðsmarknaðinum?

Sjálvandi tann, sum tjenar minni = mamman.

Mamman... hon sum politikarar og onnur skríggja um má ikki vera ov leingi í barsil, politikarar vilja oyramerkja barsilstíðina, soleiðis at pápin tekur sítt, og mamman kemur út aftur á arbeiðsmarknaðin, tí tað hevur avleiðingar fyri hana, um hon er ov leingi burtur frá arbeiðsmarknaðinum.

Og tó, so verður tað góðtikið, at vit, sum ikki fáa hjálp til okkara børn, eru vekk frá arbeiðsmarknaðinum... hví hava tey ikki sama hugsanarhátt, tá ið tað kemur til mammur, sum eiga børn við breki?

Hvønn kassa koma vit í?

Hvar er politikarin, sum rópar um, at vit eisini mugu vera á arbeiðsmarknaðinum? Og hvar er politikarin, sum rópar um rættindini hjá hesum børnum og familjum teirra?

Tey foreldur, sum eiga hesi børnini, eru undir so stórum trýsti, at nógv teirra hava tekin upp á PTSD. Hví man tað vera?

Er tað orsakað av, at barnið er so strævið?

Nei! Nei, tað kemst av, at umframt at vera foreldur at barni við serligum tørvi, so skulu tey samstundis fylla pappír út og handa tey 10 ymisk støð, minnast til læknaváttanir, minnast til umsóknir, sum ganga út, endurnýggja allar umsóknir, vera sakførari, vera námsfrøðingur, vera sálarfrøðingur og ikki minst vera aktivistur, sum stríðist fyri, at barnið fær tann rætt, tað hevur krav uppá. Tey skulu stríðast ímóti eini skipan, sum ger alt til tess at berjast ímóti teimum. Tað er sum David ímóti Goliat, og tað eigur veruliga ikki at vera soleiðis.

Tað eigur at vera nemmari at fáa hjálp, og tað eigur at vera soleiðis, at mann tekur støði í barninum og hyggur at, hvør hjálp hevði gagnað hesum barninum og hesari familjuni. Tað eigur IKKI at vera hugt at krónunum fyrst, tí sum samfelag spara vit onki við onga hjálp at veita.

Eftir at vit sóu, hvussu barn okkara stríddist ígjøgnum tær 8 summarfrítíðarvikurnar fyri einum ári síðani, so er tað ikki longur eitt ivamál í mínum hugaheimi um, at hetta er sálarligur ágangur ímóti einum 8 ára gomlum barni.

Eitt ár er farið, og vit standa enn einaferð við 8 vikum framman fyri okkum.

Hann fer enn einaferð at stagnera í menningini, hann fer enn einaferð at sita heima, ímeðan hansara yngru systkin fara á stovn og út ímillum onnur børn, hann fer enn einaferð at standa uppi yvir teimum grátandi, tá ið tey fara út morgunin, tí hann skilur ikki, hví hann ikki eisini sleppur út.

Tað knúsar okkara hjørtu sum foreldur at síggja okkara barn pínast, og vit fáa onki gjørt til tess at hjálpa honum.

Sonja H. Petersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo