Landsstýrið hevði týsmorgunin fund um kreppuna í Sortudíki, nú 11 almenn arbeiðspláss skulu sparast ella reinsast út í Sortudíki, eftir at Tjóðveldi mátti lata sín skrivara til embætið.
Í D&V sama kvøld lovaði landsstýriskvinnan í mentamálum at koma KVF til hjálpar umframt at fíggja gildið frameftir, hóast undirskot á fíggjarlógini. Vónandi er hetta átak nóg mikið til at stegða uppsøgnunum í hesum umfari.
Í meðan stríðist privata vinnan at halda hjólunum malandi í bæði mótvindi og mótbrekku orsakað av vinnufíggindaliga politikkinum hjá sosialistisku samgonguni.
10-tals milliónir í mistum inntøkum vegna havnarstongsil, hækkandi tøkugjald og veiðugjald umframt endurrindan av fleiri sjúkradøgum eru bara nøkur av seinastu herferðunum hjá landsstýrinum.
Hóast ávaringarnar longu í mars mánaði so valdi samgongan at trýsta málið um tøkugjald ígjøgnum, væl vitandi at uppskotið fór at ávirka kappingarførið í vinnuni.
Úrslitið er, at 140 fólk eru uppsøgd á Bakkafrost, men ongin kreppufundur, bert larmandi tøgn úr landsstýri og samgongu við. Stjórin í Hiddenfjord, læt eisini illa at politiska inntrivinum í vikuni.
Men dagin eftir hóttanirnar um uppsagnir í KVF er landsstýrið tilreiðar at pumpa fleiri ófíggjaðar skattakrónur niður á tóma kistubotnin í Sortudíki.
Nú tølini á botnlinjuni eru vorðin líka reyð sum KVF sjálvt, er greitt, at bæði pengar og Petersen muga upp í leikin, um samgongan skal gera sær nakra vón um at venda gongdini í seinastu veljarakanningini.
Við hetta lag verður lítið og onki eftir av lovaða skattalættanum, tá ið hækkandi egingjaldið til heiligvág, avgjald á bensin og diesel og hækkandi kringvarpgjald skulu endurrindast landskassanum.
Alt hevur sín prís, eisini sosialistiskur politikkur.
Grímur Sundstein,
varalimur fyri Fólkaflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo