Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Krabbameinsfelagið: Krabbameinsfelagið hevur júst havt aðalfund. Nevndin hevur skipað seg, og samstundis er eisini ársfrágreiðingin frá felagnum komin út.

Mikudagin 15. mai var aðalfundur hjá Krabbameinsfelagnum, og nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:

Durita Tausen, forkvinna
Magnus Magnussen, næstformaður
Hansina Mikkelsen, kassameistari
Anna Kristina Joensen, nevndarlimur
Marnar Fríðheim Kristiansen, nevndarlimur

Hansina Mikkelsen er nývald og kemur inn fyri Olgu Kristinu Hansen, sum hevur valt ikki at stilla uppaftur. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.  

Ársfrágreiðingin fyri 2023
Enn eitt hendingaríkt ár hjá Krabbameinsfelagnum er farið afturum við nógvum tiltøkum, skeiðum, fyrilestrum og øðrum. Her er nakað av tí, sum tú kanst lesa um í ársfrágreiðingini:

Krabbameinsfelagið 45 ár á baki
Tann 17. januar í ár eru 45 ár liðin, síðan Sanna Dahl, maðurin Bjarni Niclasen og Lions feløgini í Føroyum stovnaðu Krabbameinsfelagið. Í 2023 kom ævisøga út um Sannu Dahl. Ein áhugaverd bók, sum feðgarnir Martin og Flóvin Þór Nygaard Næs hava skrivað.

Tveir nýggir skannarar
Krabbameinsfelagið fegnast eisini um, at Føroyar nú hava fingið tveir nýggjar skannarar. Ein CT-skannara og ein 3-Tesla MR-skannara. Hetta er stórt framstig í arbeiðinum at fáa staðfest krabbamein skjótt og væl. Les meira um hetta á síðu 8 í ársfrágreiðingini.

Nýggj roykilóg
Danskir heilsumyndugleikar siga, at 30 prosent av øllum krabbameinstilburðum í Danmark standast av royking. Royking er størsta einstaka atvoldin til krabbamein. Tí er tað gleðiligt, at landsstýriskvinnan í heilsumálum er farin undir arbeiðið at gera nýggja og dagførda roykilóg.

Fleiri fáa heilsubót, men...
Sjálvt um Krabbameinsfelagið saman við øðrum hevur arbeitt miðvíst øll hesi 45 árini við at upplýsa um krabbamein og bøta um korini hjá krabbameinssjúklingum og teirra avvarðandi, er tó framvegis langt á mál. Seinastu árini eru tað fleiri og fleiri føroyingar, sum hava fingið staðfest krabbamein. Sí hagtøl á síðu 3 í ársfrágreiðingini.

Tíbetur fáa nógv heilsubót, men tíverri eru vit eftirbátar í Norðurlondum, tá ið hugt verður at, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at sjúkan varð staðfest. Tað hevur tí størstan skund at fáa vent gongdini. Føroyskir sjúklingar mugu fáa lógartryggjaðan rætt til skjóta útgreining og viðgerð fyri krabbamein og ásett hámark fyri mest loyvdu bíðitíð.  

Um ársskiftið fekk landsstýriskvinnan í heilsumálum tí eitt tilmæli frá arbeiðsbólki um nýggja ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein, sum tú kanst lesa meira um á síðu 7 í ársfrágreiðingini. Umboð fyri Krabbameinsfelagið luttók í hesum arbeiði.

Áheitan á politikarar og myndugleikar
Tilmæli eftir tilmæli verða sostatt gjørd, men tað gongur ov seint at seta tey í verk. Fyri skjótt fimm árum síðan fekk heilsumálaráðharrin til dømis eisini handað álit um palliatión, men enn er einki gjørt við tað. Í ársfrágreiðingini heitir Krabbameinsfelagið tí staðiliga á politikarar og myndugleikar um at seta tilmælini í Krabbameinsætlanini í verk sum skjótast. Krabbameinsøkið má skipast betur við teimum lógarásetingum og mannagongdum, sum víst verður til í Krabbameinsætlanini. Tað fer at lyfta økið á sama stig, sum í hinum Norðurlondunum.

At enda kanst tú eisini lesa um einstøku tiltøkini í farna ári aftast í ársfrágreiðingini.

Ársfrágreiðingin hjá Krabbameinsfelagnum fyri 2023 kann heintast og lesast her: Ársfrágreiðing 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo