Hóast amerikanski forsetin, Donald Trump, onki trúði uppá, at koronavirusið fór at vera nakar trupulleiki í USA, hann tosaði um eina "kinesiska influensu", og hóast hann seinni hevur broytt meining, so er undirtøkan hjá honum ímillum fólk hægri enn nakrantíð. Sambært politico, Gallup og fleiri øðrum miðlum og greinarum halda fleiri nú enn nakrantíð, at hann er ein góður forseti, og at hann handfer kreppuna væl.
Tað sama ger seg galdandi um okkara leiðir. Í Danmark vísir nýggj kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri Altinget og Danmarks Radio, at forsætisráðharrin, Mette Frederiksen hevur betri undirtøku nú enn nakrantíð. Meira enn annarhvør veljari peikar á hana sum forsætisráðharra, bara fimti hvør peikar á andstøðuleiðaran, formannin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen.
- Tað er púra vanligt, at fólk savnast um sín leiðara í krepputíðum. Men hetta er einastandandi og helst størsti stuðul nakar forsætisráðharri hevur fingið frá veljarunum síðani seinna heimsbardaga, sigur politiski viðmerkjarin hjá Altinget, Erik Holstein.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo