Ger tína skyldu og krev tín rætt. Í hasi raðfylgjuni!
- Mette Frederiksen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað hevur verið virkað fyri eini kommunusamanlegging í Suðuroy. At síggja til hevur verið arbeitt við trimum planum. Plani A,B og C. Tvøroyri – ella borgarstjórin á Tvøroyri – hevur staðið fyri hesum.

Og lat tað verða sagt beinanvegin, at í sjálvum sær er onki galið við at virka fyri eini kommunusamanlegging.

Planur A var, at øll oyggin skuldi leggjast saman í eina kommunu. Hetta fall niður fyri, tí syðra helvt av oynni skjótt segdi nei takk. Hetta bleiv tikið til eftirtektar og so var farið undir plan B.

Planur B var, at Fámjins, Hvalbiar og Tvøroyrar Kommuna skuldu leggja saman. Til at gera hesa ætlan meira tilforlátiliga blev ein arbeiðsbólkur settur, sum skuldi seta nøkur orð og tøl á blað til tess at lýsa hesa ætlan soleiðis, at hon ikki skuldi taka seg út sum ein Tvørá-ætlan, men ein uttanveltað, saklig ætlan frá fólkum úr ymsum bygdum í økinum.

Tað bleiv eisini gjørt og sum væntað kom bólkurin við tilmæli um, at sammanleggingin bleiv framd.

Hetta bleiv lagt fyri bý- og bygdaráð við tí úrsliti, at Fámjin segdi nei takk til hesa ætlan.

Sum vera man kom hetta tvørt og dátt við. Tí nú var eisini planur B dottin niðurfyri.

Hetta mátti so eisini takast til eftirtektar, men ikki uttan víðari. Arbeiðsbólkurin var biðin um at koma við eini frágreiðing til okkum fáminingar um, at hetta ikki var rætt, ið vit her høvdu gjørt.

Tað blev so gjørt í langari grein, sum allur bólkurin legði navn til.

Fáminingar fingu at vita, hvussu tað fyrihelt seg við hesum og hasum í Fámjin. Arbeiðsbólkurin visti nógv betri um Fámjin enn fáminingar sjálvir. Tað fingu vit í øllum førum at vita í greinini, og at vit høvdu sagt nei takk á einum heilt misskiltum grundarlagi.

Hetta var sera ófantaligt. Fámjin er ein lítil elligomul bygd, sum higartil hevur sætað sær sjálvari. Og tað við góðum úrsliti – halda vit sjálvi.

Tað kann so ein og hvør meta um við at koyra ein túr til Fámjins.

At ein slík bygd himprast við at lata seg innlima í eina størri kommunu átti at verið væl skiljandi, tí stóri spurningurin er sjálvandi, um hetta yvirhøvur verður betri fyri bygdina. Og tað verður sera torført at venda við aftur, tá ein slík avgerð einaferð er tikin og gjøgnumførd.

At bygdin so velur at siga nei takk til samanlegging átti tí at verið tikið til eftirtektar, uttan at bygdin skal hartast av einum arbeiðsbólki fyri tað. Bygdin hevur rætt til hesa støðutakan uttan mun til grundgeving. Og uttan mun til um onnur halda, at bygdin púrasta hevur misskilt alt.

Tí átti arbeiðsbólkurin als ikki at komið við teirra rættleiðing til Fámjins bygd.

Men endamálið við greinini var nokk í veruleikanum eitt heilt annað. Nevniliga at stuðla uppundir, at planur C við kommunusamanlegging skal eydnast. Hesin er so, at Hvalba og Sandvík skulu innlimast í Tvøroyrar Kommunu.

Og hervið vísti arbeiðsbólkurin eisini sítt veruliga endamál, sum nevniliga ikki er at lýsa kommunusamanlegging, men at virka fyri kommunusamanlegging við Tvøroyri.

Fólk í Hvalba og Sandvík kunnu taka støðu, sum tey sjálvi halda vera rætt – og vónandi uttan at blíva sett upp á pláss av arbeiðsbólkinum aftaná.

Men tey eiga at gera sær greitt, at tað framda arbeiðið ikki hevur havt til endamáls at lýsa kommunusamanlegging, men at virka fyri kommunusamanlegging við Tvøroyri.

Fáminingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo