Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

RD Group: Jesper Dahl er maðurin handan listanavnið Jokeren. Hann er útbúgvin lærari, føddur í 1973 og hevur ein feril av Føroyum í sær. Vit kenna hann sum rappara – ja, møguliga ein av teimum bestu í Danmark.

Hann er kendur fyri sínar beinraknu rapptekstir og serliga hátt at rappa uppá. Hann er ikki typiski rapparin, sum er voksin upp í einari ghetto og rappar um torføra fortíð, men voksin upp í einum heimi við klaveri og saman við eini hampafamilju. Hann er trúgvandi maður og hevur eisini rappað og framført sálmar, so hann má sigast vera spennandi tónleikari. Hann hevur havt leiklut í filmum, verið í ymsum tónleikabólkum og byrjaði í 2003 sína yrkisleið sum solistur.  Hann hevur givið út fleiri útgávur og eisini vunnið fleiri tónleikaheiðurslønir.

Eftirnavnið Dahl, er runnið av Dahl ættini úr Vági. Abbin var Hans Jacob Dahl, sáli, og er Jesper voksin upp við føroyska samleikanum, har føroyskur matur javnan var á døgurðaborðinum. Tí verður tað sera spennandi at fáa hann heim til Føroya, mitt í býin í Havn at framføra stóru hitt hansara. Finnið sólbrillurnar og keppin fram, tað verður feitt!

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo