Tað verða nakrir av teimum heilt stóru innan nýggjan elektroniskan popp, sum fara at pumpa lív í fjøldina á Tórsfest 2017. John Martin, sum vit kenna frá Swedish House Mafia og Michel Zitron verða við á Tórsfest 2017, sum verður í gongugøtuni í Havn 22. juli.
Tey, sum vóru á Voxbotn 2015 fara nokk ongantíð at gloyma framførsluna hjá John Martin og Michel Zitron. Ongantíð áður hava so nógv fólk dansa og hoppa samstundis í Føroyum, sum tá John Martin og Michel Zitron góvu eitt show, langt út yvir tað vanliga. Og tað ætla teir at gera aftur á Tórsfest í summar.
Heimurin varnaðist veruliga John Martin, tá hann legði rødd til heimshittið “Reload” og tá hann saman við Swedish House Mafia drønaði upp eftir hittlistunum við sangum sum "Save The World” og “Don't You Worry Child”, sum framvegis er eitt nógv spælt lag á dansugólvum og festivalum kring heimin. Vit kenna eisini John Martin við lagnum “Anywhere for You”, ið hevur staðið seg væl og hevur eisini verið nógv spælt her heima. Michel Zitron er mest kendur sum framleiðari, DJ og sangari á lagnum Red Lights hjá Tiesto.
Nú koma teir báðir so aftur til Føroyar, og tað er eingin ivi um, at hetta eru tveir harrar, ið fara at fáa fjøldina á kók á Tórsfest 2017.
Umframt John Martin og Michel Zitron er longu kunngjørt, at David Bickler úr Survivor, Poul Krebs, Michael Falch, Friðrik Dór, Konni Kass, Marius, Swangah, Hamradun og Páll Finnur Páll eisini verða millum nøvnini á Tórsfest 2017.
Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo