Jenis av Rana, landsstýrismaður, fer ikki at lata seg koppseta ímóti Covid-19.
- Tað eru ov nógvar óvissur í samband við hesar koppsetingarnar, tað koyrir alt uppá undantaksloyvi sum er, og eg kenni meg ikki nóg tryggan, sigur landsstýrismaðurin við VP.
Harvið gongur Jenis av Rana ímóti tilmælunum hjá sínum egna landsstýri, sum við fullari ferð útrullar kopping og mælir føroyingum til at lata seg koppseta.
- Men landsstýrisfólkini kenna mína støðu, sigur Jenis av Rana sum leggur afturat, at hann vónar, tíðin fer at prógva, at hansara varsemi verður gjørt til skammar.
Jenis av Rana, sum sjálvur er lækni og tí er væl ílatin til at hava eina meining um evnið, sigur, at tað ganga vanliga 4 til 5 ár, áðrenn ein við vissu kann siga, at eitt koppingarevni ella heilivágur sum heild er trygt at brúka.
- Vit kenna ov lítið til langtíðarhjáárinini av teimum koppingarevnum, sum eru tøk á marknaðinum. Og vit hava eisini sæð fleiri dømi um, hvussu ósikkurt alt er, tí fleiri lond eru steðgað við at brúka ávís sløg av koppingarevni, sigur landsstýrismaðurin.
- Men vilt tú so siga, at landsstýrið ger ein feil við at mæla fólki til at lata seg koppseta?
- Tað havi eg onga viðmerking til. Eg úttali meg bara vegna meg sjálvan, ikki vegna landsstýrið. Men tey kenna sum sagt mína hugsan um hetta.
- Men vilt tú mæla fólki frá at lata seg koppseta?
- Nei, eg vil hvørki mæla til ella frá. Fólk mugu sjálvi um, hvat tey gera - og eg virði teirra avgerðir.
- Men alternativið til koppseting er væl at halda fram við avbyrging og umfatandi stongsli við teimum avleiðingum, sum tað hevur við sær?
- Eg haldi, at fólk geva sær ov lítið far um, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera av hesum koppsetingunum, sum vit, eftir mínari meining, kenna ov lítið til. Tað kann skjótt vísa seg, at hetta er ein løtuvinningur, sum vit fáa, sigur Jenis av Rana.
Hetta er ikki fyrstuferð at Jenis av Rana er ivasamur um tað skilagóða í at hópkoppseta fólk við vaksinum, sum ikki eru væl royndar. Tá H1N1 beinkrímið gekk fyri nøkrum árum síðani, var hann alment úti og mælti bæði sínum egnu sjúklingum og øðrum frá at lata seg koppseta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo