Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Harragud sum veljarin er stuttmintur.

Javnaðarflokkurin leiddi seinastu samgongu, sum ikki var viðtøkufør frá fyrsta degi.

Samgongan við javnaðinum á odda fekk snøgt sagt onki av skafti.

Landið lá í stjórnarloysi frá fyrsta til síðsta brígsl, meðan Aksel V Johannesen sat við rórið.

Hvat er tað sum dregur við Javnaðarflokkinum?

Jú, “aktivur og seriøsur andstøðupolitikkur,” siga klóku viðmerkjararnir.

Hvat í himmalsins navnið er hetta fyri nakað?

Javnaðarflokkurin hevur seinasta árið lagt eina rúgvu av uppskotum (skralltómum ballónum) fyri løgtingið, alt frá banni móti nýtslu av vattpinnum til styttri arbeiðsviku.

Alt mál, sum Javnaðarflokkurin einki sum helst megnaði at gera nakað við, tá flokkurin sat við landsins leiðslu – bara fyri einum ári siðani.

Sanniliga lætt tjentar atkvøður, uttan at flokkurin hevur leverað eitt einasta úrslit yvirhøvur.

Øll uppskotini hjá javnaðinum eru langt síðani feld av løgtinginum.

Veljarin er sanniliga stuttmintur, tað má sigast.

Í Tórshavn er sama skilið.

Veljarin vil eftir øllum at døma hava Heðin hin Æviga aftur til róðurs.

Nú hann gongur móti teimum áttati.

Hvussu var nú skilið við Heðini sum borgmeistara?

Jú, Heðin hevði einavald.

Eingin omanfyri, eingin við síðuna av og eingin undir Heðini.

Sjálvt Várharra stóð hjálparleysur móti hansara einaveldi.

Hansara skeið var frá byrjan til endans merkt av rumbli, bæði innan- og uttanfloks.

Borgmeistaraskeiðið hjá Heðini var fyrst og fremst merkt av fest og balladu og hornmusikki og myndatøku.

Hevur veljarin longu gloymt skilið?

Jú, jú, tað er veruliga týdningarmikið at vera fastur halagubbi til hvørja einastu jarðarferð í kommununi.

Tað er hetta sum gevur stemmur.

Veljarin er sanniliga skít býttur.

Býttur veljari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo