Ger tína skyldu og krev tín rætt. Í hasi raðfylgjuni!
- Mette Frederiksen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsambandið: Annar dagurin í Nordic Cup, sum er í Reykjavík, byrjaði við fjórðingsfinalum í einmansleiki.
Jan Erik Fjallstein hevði hósdagin tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni. Tað ráddi tí um at vera klárur frá morgunstundini fríggjamorgun, tí dysturin var á skránni longu kl 9.

Men tað sást beinanvegin, at Jan Erik hevði fyrireikað seg væl. Mótstøðumaðurin var Viktor Tingstrøm, sum er unga stjørnuskotið hjá Svøríki. Viktor hevur spælt mest við í PDC-kappingum seinastu tíðina og hevur eisini tvær ferðir spælt í Modus Super Series.

Men henda mótstøðan nervaði als ikki Jan Erik. Báðir vóru øgiliga javnir øll settini, Viktor var ofta tann fyrri at koma niður á lukking, men rakti ikki doublarnar serliga væl. Jan Erik var hinvegin ósvitaliga sikkur, tá hann skuldi lukka og legði seg beinvegin á odda 2-0. Viktor minkaði um munin til 2-1 í einum nakað trilvandi sett, men eftir tað stýri Jan Erik dystinum fullkomuliga og lukkaði øll tey næstu settini, fyrstu ferð hann fekk møguleikan. 5-1 til Jan Erik og harvið var fyrsta føroyka heiðursmerkið tryggjað og hálvfinala var á skránni stutt eftir.

Í hálvfinaluni var aftur svensk mótstøða á skránni. Hesaferð Dennis Nilsson, ið er ein royndur spælari, sum hevur spælt á svenska landsliðnum í áravís, hevur drúgvar royndir frá PDC-kappingum og so seint um í desember 2023, gjørdist hann nr. 3 í WDF World Championships í Lakeside.

Men hetta sá ikki út til at fylla nógv í tonkunum hjá Jan Eriki, sum var øgiliga fokuseraður og helt fram við júst sama tryggleika í spælinum, sum hann vísti í fjórðingfinaluni. Jan Erik vann fyrsta settið við 15 pílum, uttan at geva Dennis nakran møguleika. Dennis javnaði til 1-1, har Jan Erik kiksaði eina roynd at lukka. Men eftir lítlari løtu hevði Jan Erik lagt seg á odda 4-1 góðum skorum og ómetaliga effektivari lukking. Tvey tey næstu settini spældu báðir væl og vunnu hvør sítt. Dennis legði út sum eitt óløgi í áttanda setti og megnaði við tógvi stríð at lukka til 5-3, áðrenn Jan Erik slapp framat. Men Jan Erik hevði eisini eitt eyka gear eftir til níggjunda sett. 15 teir fyrstu pílar sótu allir í 20 ella treble20 og við eini sera flottari 121-lukking uppá bullseye, var 6-3 sigurin komin í hús. Frøðin var sjálvandi stór millum allar føroyingarnar í høllini, nú finaluplássið og í minsta lagi silvur var tryggjað.

Liðkappingin
Eftir hálvfinalurnar í einmansleiki byrjaði liðkappingin. Føroyar høvdu tvey lið við hjá monnum. Liðini vóru býtt sundur í tveir bólkar við 5 liðum í hvørjum, harav fýra lið komu víðari.

4 leikarar eru á hvørjum liðið. Leikararnir spæla bert eitt sett móti hvørjum leikara á mótstøðuliðnum. Tað liðið, ið fyrst vinnur 9 sett, hevur vunnið dystin.

B-liðið hjá Føroyum – mannað við Jón Johansen, Hera Kallsoy, Peturi Grønagarð og Boga Arge - var í bólki saman við Noreg A, Svøríki A, Íslandi A og Danmark B. Fyrstu tveir dystirnar gekk av skriðuni hjá B-liðnum, sum tapti 1-9 móti Íslandi og Danmark. Í móti Noreg vóru okkara menn betur við í fyrru helvt av dystinu, men so skrædnaði og Noreg vann 9-2. Ímóti Svøríki gekk enn og betur, men her var mótstøðan so mikið hørð, at tað gjørdist ikki nógv, Svøríki vann 9-3 og so var B-liðið útsligið.

A-liðið – mannað við Jan McIntosh, Una Árting, Jan Erik Fjallstein og Remy Gaardlykke – var í bólki við Noreg B, Svøríki B, Íslandi B og Danmark A. Hetta skuldi vísa seg at gerast ein sera javnur bólkur, har 7 av 10 dystum, antin vóru avgjørdir í síðsta setti, ella máttu út í eitt eyka sett, fyri at finna ein vinnara.

Føroyar løgdu út við at tapa 7-9 móti Íslandi. Næsti dysturin var móti Danmark, og her vóru menn eyka uppsettir. Eftir 12. sett var støðan 6-6, men so tóku føroyingarnir seg um reiggj og vunnu trý sett á rað og harvið dystin 9-6.

Í dystinum móti Noreg fylgdust liðini allan vegin, og tá allir høvdu spælt móti øllum, var støðan 8-8. Tað skuldi tí eitt eyka sett, til at finna ein vinnara, og her fór Noreg avstað við sigrinum.

Seinasti dysturin í bólkinum var móti Svøríki. Føroyar kundu ikki endað aftan fyri Noreg, men við at fáa nógv sett móti Svøríki, bar til at koma uppá eitt 3. pláss í bólkinum og ein sigur kundi geva eitt 2. pláss. Hesin dystirin koyrdi í bylgjum. Svøríki kom skjótt á odda 3-0. Løtu seinni høvdu Føroya otað seg upp á 3-4, men so fingu sviar aftur 3 sett á rað til 7-3. Nú sá einki út, men við fýra settum á rað komu Føroya uppá 7-7. Men so vendi aftur og sviar vunnu dystin 9-7.

Sostatt endaði føroyska A-liðið á 4. plássi í bólkinum og skuldi møta vinnaranum av hinum bólkinum. Hetta gjørdist Svøríki A, sum var klárt tað sterkasta liðið á pappírinum.

Føroyar fingu eisini eina vánaliga byrjan og komu afturum 0-3; men megnaðu eftir lítlari løtu at javna til 3-3.

Nú kom eitt sindur av fjáltri á svensku leikararnar og eftir 10. sett var støðan framvegis javnleikur, 5-5. Men so fingu sviar nýggja megi og vístu veruliga sína styrki við at vinna næstu 4 settini og harvið dystin 9-5 og so var liðkappingin liðugt fyri okkara viðkomandi.

Leygardagin eru allar finalurnar í Nordic Cup á skránni og sum kunnugt er Jan Erik Fjallstein komin í finaluna í einmansleiki, har hann skal spæla móti Johan Engstrøm úr Svøríki. Dysturin verður umleið kl 15:30 føroyska tíð og hann verður stroymdur á youtube-rásini hjá Live Darts Iceland https://www.youtube.com/watch?v=ScX5-7Ng5aA

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo