– Eg síggi onga grund til beinleiðis ótta, tá hugsað verður um yvirskriftirnar í fleiri av heimsins miðlum, sigur havgranskarin Marius Årthun á Universitetinum í Bergen við NRK.
Hann sipar til eina nýggja frágreiðing almannakunngjørd í tíðarritinum Nature Climate Change sum hevur skapt yvirskriftir í fleiri av heimsins miðlum:
Klimakreppa: Granskarar síggja tekin um at Golfstreymurin kollapsar, skrivar The Guardian.
Ein kritisk havskipan kann vera á veg móti kollapsi av klimabroytingunum, skrivar Washington Post.
Eisini VG hevur umtalað málið.
Men fleiri norskir granskarar halda at niðurstøðurnar eru toygdar alt ov langt. Ein av teimum er stjórin í Nansensentrinum, professarin Tore Furevik:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo