Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin í apríl er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá mai 2022 til apríl 2023 samanborið við undanfarna skeið. Um samanborið verður við tíðarskeiðið frá mars 2022 til februar 2023, er innflutningurin minkaður 323 milliónir krónur. Sostatt sær út til, at stóri vøksturin í innflutningsvirðinum seinasta árið er við at steðga upp.

Innflutningurin av brennievni er vaksin 682,9 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri.

Innflutningurin hjá privatu húsarhaldunum hevur ikki verið í vøkstri seinasta árið, men nú sær út til at vera ein ávísur vøkstur í hesum innflutningi. Eitt nú vaks innflutningsvirðið av vørum til beinleiðis nýtslu 128,9 milliónur krónur, ella 6,7%, og innflutningsvirðið av flutningsførum 56,1 millión krónur, ella 10,2%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo