Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr.  019/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um ríkisveitingina

Fyrispurningurin var soljóðandi:  
1. Ætlar løgmaður at halda fast við at skerja ríkisveitingina, hóast búskaparstøðan er munandi broytt? 

Svar:
Í samgongusemjuni frá desember 2022 vórðu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn samd um eina lagaliga lækking av ríkisveitingini við 25 milliónum árliga. Tó fekk Javnaðarflokkurin tað fyrivarni við, at:  “Um búskaparliga støðan broytist, og vøksturin verður negativur, verður ætlanin endurskoðað.”

Tað er rætt, sum spyrjarin nevnir, at Búskaparráðið í síni seinastu frágreiðing væntar eina minking av búskaparvøkstrinum í 2025, so tey vænta ein vøkstur á 3,3 %. Men talan er ikki um negativan búskaparvøkstur. 

Neyðugt er at taka ávís fyrivarni fyri metingarnar, tí stór óvissa er um metingarnar um búskapargongdina fram í tíð. Til dømis metti Búskaparráðið í sínari várfrágreiðing fyrr í ár, at vøksturin bert fór at verða 2,8% í 2025. Tískil hevur Búskaparráðið hækkað metingina í seinastu frágreiðing við einum hálvum prosentstigi. 

Við einum mettum búskaparvøkstri á 3,3 %, sum liggur langt frá einum negativum búskaparvøkstri, er ikki grundarlag fyri at endurskoða ætlanina um at skerja ríkisveitingina, men um støðan broytist og búskaparvøksturin verður negativur, verður ætlanin um ríkisveitingina endurskoðað.

Í Tinganesi, 16. september 2024
Aksel V. Johannesen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo