Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Denis Sidorenko er langt frá einasti hvítarussiski sendiharri, sum er deyður undir illgrunaverdum umstøðum.

Eftir átta ár í trúgvari tænastu fekk sendiharrin hjá Hvítarusslandi til Týsklands brádliga í mars boð frá Aleksandr Lukasjenko um at koma heim, skrivar danska TV 2.

Nú skriva fleiri miðlar - millum annað sjálvstøðugi russiski miðilin Meduza - at 48 ára gamli Denis Sidorenko er funnin deyður undir gátuførum umstøðum.

Mikudagin í síðstu viku skrivaði óhefti hvítarussiski miðilin Pozirk, at Sidorenko var deyður mánadagin 24. juni av einum hjartatilburði.

Ein annar óheftur miðil, Nasha Niva, skrivar tó, at hann andaðist sunnudagin 23. juni. Og at hann gjørdi sjálvmorð.

- Hann hoppaði úr einum háhúsi í Minsk, skrivar Nasha Niva, sum leggur aftrat, at Sidorenko var komin undir ljóskastaran hjá hvítarussisku fregnartænastunum, eftir at hann var komin heimaftur úr Týsklandi.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo