Ver fittur tá tú kanst. Og óreinur tá tú noyðist
- realisturin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

30. mai helt eg eina talu á fólkatingi, sum lat hurðina upp til ein veruleika, ið eg ikki kendi nógv til.

Beint frammanundan var danski uttanríkisráðharrin rikin út av Keypmannahavnar Universiteti av fólki, sum rópti eftir ”intifada revolution”.

Hetta er var bara eitt av nógvum tiltøkum í Danmark, sum farnu tíðina eru saboterað av fólki, ið siga seg vera ”fyri Palestina”. Rakstrarrópini, hesi fólk nýta, eru í mongum førum ræðandi, og tað fekk meg at tosa um kríggið millum Hamas og Ísrael í taluni.

Eg segði einki, sum tey flestu ikki eru samd í. Har var einki kontroversielt. Tað mesta rættiliga banalt, faktiskt.

Tí hevði eg ikki droymt um, at reaktiónin fór at verða so sterk. Men talan er spæld nógvar, nógvar milliónir ferðir á netinum. Ikki bara í Norðurlondum, men um allan heimin. Fleiri hava sett enskan tekst undir hana, og lagt hana á allar møguligar pallar. Í Danmark er hon prentað og / ella umrødd í øllum stóru bløðunum eins og samrøður eru gjørdar við meg til bæði bløð og “poddar”. Eisini miðlar í øðrum londum hava lagt hana út og gjørt samrøðu við meg.

Persónligu heilsanirnar eru nógvar hundrað í tali – og tær eru úr nógvum londum.

Eg eri púra, púra ovfarin. Hvussu ber hetta til? Hvussu kann ein tala, har einki nýtt, einki provokerandi og einki kontroversielt verður sagt, fara so víða?

Svarið havi eg fingið í teimum ikki so fáu longu, persónligu brøvunum eg havi fingið frá jødum.

Teir eru kroystir í hesum døgum. Men eg visti ikki hvussu illa. Eg havi kent hagtølini fyri, hvussu nógv hatursbrotsverkini móti teimum eru økt. Eg havi lisið um, hvussu nógv jødisk børn eru tikin úr almennum skúlum í Fraklandi. Og eg havi hoyrt rópini ”INTIFADA”, ”JIHAD” og “FROM THE RIVER TO THE SEA” undir mótmælisgongunum. Eg minnist tá svenska løgreglan mátti hava hjálp úr bæði Norra og Danmark, tí Ísrael, umboðað av eini ungari kvinnu, var við í Melodi Grand Prix í Malmø. Eg havi sæð antizionistisku myndirnar, sum verða sprændar út á sosialar miðlar – og varpaðar víðari av fólki, sum ikki vita, hvat tey gera.

Men brøvini havi givið mær eitt innlit í, hvussu tað mann raka jødar at uppliva hetta. Eitt lítið dømi úr rúgvuni:

Ein donsk mamma skrivar, at hon hugdi at taluni á netinum, meðan dótturin var í stovuni.

Í kjakinum aftaná sigur ein viðmerkjari, at tað er okkurt heilt galið, tá tann best vardi sivili bygningurin í Danmark er ein skúli fyri jødisk børn. Gentan hoyrir tað og spyr mammuna um tað er hennara skúli.

”Ja, tað er tað”, má mamman svara.

So hyggur gentan upp á mammuna, og sigur: “Men mamma – hví tað?”.

Ja, hví tað?

Hví skal ein lítil genta yvirhøvur spyrja tann spurningin? Og hví skal ein mamma noyðast at svara honum?

Svarið er, at ”Globalize the intifada” rungar í gøtunum - og at tað ikki fær greitt aftursvar.

Antisemitisman er sloppin leys í Europa - og ov nógv tiga, sum skuldu talað at.

10. juni almannakunngjørdi The Wall Street Journal nøkur boð, sum Hamas-leiðarin í Gaza, Yahya Sinwar, sendi til Hamas-leiðararnar í m.a. Qatar, har hann sigur, at ”Vit hava ísraelarnar júst har, vit vilja hava teir”. At nógv sivil doyggja kallar hann ”neyðug offur”, og palestinar, sum doyggja í krígnum, sigur hann ”spræna lív inn í æðrarnar á hesi tjóðini, og eggja henni at reisa til heiður og æru”.

Boðini geva innlit í, hví Hamas brúkar sivil sum skjøldur.

Og sannleikin er tíverri, at tað eru ikki bara ísraelar, sum Hamas-leiðslan hevur, har hon vil hava teir. Hamas hevur nógv onnur, har teir vilja hava tey.

Tað er tað, sum í mongum londum leggur trýst á vanligar, friðarligar, lóglýdnar jødar í hesum døgum.

NB!

Eru øll, sum kritisera ísraelsku stjórnina, antizionistisk ella antisemitisk? Nei, nei, nei! Ísraelska stjórnin verður ongastaðni so nógv kritiserað, sum í Ísrael.

Er tað ikki í lagi at kritisera krígsførsluna? Jú, sjálvandi!

Problemið er, at antizionisman nógvastaðni hevur sníkt seg inn í mótmælisrørsluna - og summastaðni púra hevur yvirtikið hana. Tann góða, sunna samkenslan við teimum líðandi verður misbrúkt politiskt av óndum kreftum.

Tað er tað, sum gongur út yvir smágentuna í brævinum og mammu hennara.

Sjúrður Skaale

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo