Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: - Tá ið børn, sum hava tørv á øðrvísi samskiftismáli enn vanligum talumáli, gerast næmingar, er tað skúlin, sum eigur at skapa góðar karmar fyri, at hetta samskiftismálið verður ment. Til dømis um næmingar hevur teknmál sum fyrstamál ella tekn til talu, sum eru stuðulstekn til talaða málið.

- Uttan samskifti verður lítil og eingin læring, og tí er avgerandi, at lærarar gerast førir fyri at samskifta við og skilja hesar næmingarnar. Tað sigur Mary-Ann Zachariassen, lærari í Fuglafjarðar skúla.

Samskifti hevur grundleggjandi týdning fyri einstaka næmingin. Men hvat gera lærarar, tá ið føroyskt talumál ikki er nøktandi sum samskiftismál? Jú, tá verður leiðin til eitt annað samskiftismál løgd eftir tí, sum gevur meining fyri einstaka næmingin.  

- Tá ið børn, sum hava tørv á øðrvísi samskiftismáli enn vanligum talumáli, gerast næmingar, er tað skúlin, sum skal skapa góðar karmar fyri, at hetta samskiftismálið verður ment. Til dømis um næmingar hevur teknmál sum fyrstamál ella tekn til talu, sum eru stuðulstekn til talaða málið. Uttan samskifti verður lítil og eingin læring, og tí er avgerandi, at lærarar gerast førir fyri at samskifta við og skilja hesar næmingarnar, vísir Mary-Ann á.

Seinstu tíðina hevur Fuglafjarðar skúli lagt orku í at menna teknmál í skúlanum. Allir lærarar hava verið á grundskeiði, so teir í øllum førum duga at siga smáorð og orðingar sum góðan morgun ella góðan dag á teknmáli.

- Tað, sum er so avgerandi at skilja í hesum høpi, er, at tað í sjálvum sær ikki er nóg mikið, um næmingurin einsamallur leggur orku í at læra teknmál. Tí samskifti krevur altíð fleiri partar. Í mennandi samskifti krevst, at netverkið kring næmingin, so sum lærarar, næmingar, avvarðandi og vinir annars, duga at samskifta. Einki samskifti er, um bara ein dugir at samskifta. Tíverri. Og júst hetta kann kennast órættvíst fyri næmingin, tí hann er so bundin av, at onnur eisini gera sær ómak at læra teknmál.

Mary-Ann Zachariassen hevur verið lærari í fýra ár. Fyrst er hon útbúgvin frisørur, og sjálvt um henni dámdi væl starvið, so visti hon næstan frá byrjan, at hon við tíðini fór at velja sær aðra starvsleið. Eg havi óivað altíð havt ein lítlan lærara í búkinum, sigur hon smílandi.

- Tá ið eg so fór á læraraskúla, valdi eg samstundis at vera fastur vikarur á Fuglafjarðar skúla. So, tá ið eg eftir fýra ár á skúlabonki fekk læraraprógv og byrjaði sum lærari, helt eg meg vera væl ílatna til lærarastarvið, og eg helt meg vita, hvat eg rótaði meg útí. Men tá ið veruliga læraralívið byrjaði, var tað tó øðrvísi, enn eg væntaði. Kanska serliga tí, at uppgávurnar sum lærari eru so sera samansettar.

- Lærarastavið er í mínum huga at líkna við eitt kall. Ella í øllum førum hugsi eg, at lærarastarvið er vorðið so umfatandi, at lærarin nærum ikki kann fata tað sum eitt vanligt arbeiði, ið ber til at gera upp í krónum og oyrum.

Les alla samrøðuna, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 3, 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo