Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Lisitatión var í dag á ráðhúsinum um byggingina av nýggjum musikkskúla. Sjey fyritøkur vórðu bodnar at bjóða, og inn komu fimm tilboð.

Úrslitið av lisitatiónini var hetta:
 Húsavarðartænastan kr. 63.881.746,54
 MT Højgaard kr. 68.412.026
 Búsetur kr. 69.902.472
 TG Verk kr. 72.999.193
 J&K Petersen/Eysturlon kr. 76.898.007

Kostnaðarmetingin ljóðaði uppá kr. 60.000.000. Lægsta boð, ið Húsavarðartænastan hevur, liggur sostatt umleið 6% hægri.

Musikkskúlin, ið byggjast skal við Landavegin, er uml. 2.600 fermetrar stórur. Bygnignurin er í tveimum, einum høvuðsbygningi við undirvísingarhølum, lærara- og næmingahølum, og einum hjábygningi, sum er orkesturhøli burturav, sum umframt at verða undirvísingarhøli til stór kór og stór orkestur, eisini er konserthøll til uml. 350 áhoyrarar.

Tilboðini verða nú eftirkannað og síðani lagt til politiska viðgerð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo